Ferð setast á elbilasøluna

Ferð setast á elbilasøluna

Stendur tað til landsstýriskvinnuna í orku- og umhvørvismálum verða elbilar eisini frítiknir fyri fleiri gjøld í 2019

(Savnsmynd: Sigmund Vang)

2018-07-05 17:21 Author image
Leivur Hansen

Stendur tað til landsstýriskvinnuna í orku- og umhvørvismálum verða elbilar eisini frítiknir fyri skrásetingar-, meirvirðis- og umhvørvisgjøld eftir 1. januar 2019

Higartil eru 62 elbilar skrásettir í Føroyum.

Hetta ljóðar ikki av mongum, men kortini er líkt til, at gongd so smátt er við at koma á søluna av elbilum, tí fyri einum ári síðani vóru sambært orku- og umhvørvismálaráðnum bert tíggju elbilar skrásettir her á landi.

– Ein orsøk til, at fólk kanska aftra seg við at keypa sær ein elbil í løtuni, er, at bilarnir bert eru frítiknir fyri skrásetingar-, meirvirðis- og umhvørvisgjøld hetta árið út aftrat. Men hetta verður ætlandi broytt í næstum, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í orku- og umhvørvismálum, við Dimmalætting.

Hon fer fyrsta dagin at heita á Fíggjarmálaráðið um at leingja frítøkuna av hesum gjøldum í minst eitt ár aftrat.


Elbilar serligan elprís

Samstundis ætlar hon at leggja uppskotið um broytingar av elveitingarlógini, sum fall burtur, tá tingið fór í summarfrí, fram aftur av nýggjum, tá tingið kemur saman aftur á ólavsøku.

– Uppskotið fekk góða viðgerð frá øllum flokkum undir fyrstu viðgerð, so eg havi góðar vónir um, at tað verður samtykt í heyst, sigur Sirið Stenberg.

Sambært uppskotinum fær SEV heimild at áseta ein serligan elprís fyri m.a. løðingar av elbilum um kvøldið og náttina.

Lagt verður upp til, at serligi elprísurin fyri kWt verður í mesta lagi 0,40 kr. + mvg ella tilsamans 0,50 kr. lægri enn galdandi prísur.

Við eini koyring á 15.000 km um árið, brúkar ein elbilur umleið 4.000 kWt, meðan ein bensinbilur brúkar umleið 1.000 litrar av bensini, um hann koyrir 15 km/t.

Raksturin av einum elbili er tá (í marsprísum, blm.) umleið 2.900 kr. bíligari um árið sammett við ein bensinbil.

Verður prísdifferenteringin 50 oyru/kWt, verða elbilar umleið 2.000 kr. bíligari í rakstri enn við verandi elprísi og umleið 4.900 kr. bíligari í rakstri enn ein bensinbilur, stendur í viðmerkingunum til uppskotið.

Frammanundan fáa tey, ið keypa sær ein bil, ið brúkar el ella vetni, upp til 70.000 kr. av MVG-num endurgoldnar og sleppa undan at gjalda skrásetingargjald og vegskatt.

Harumframt er talan um nógv minni viðlíkahaldsútreiðslur.


Politiskt mál

Sambært Sirið Stenberg eru hesi tiltøk liður í arbeiðnum hjá samgonguni at røkka politiska málinum um at flyta orkunýtsluna á landi til varandi orkukeldur.

Fyri elframleiðsluna hevur hetta tann fyrimun, at hon kann javnast betur yvir samdøgrið, so trýstið á skipanina verður minni um dagin.

– Ætlanin at broyta elveitingarlógina fer púra vist at seta ferð á søluna av elbilum, sigur Sirið Stenberg vónrík.

Sjálv hevur hon eisini ætlanir um at útvega sær ein tílíkan bil.

– Eg koyri sum er í einum gomlum skrambli, sum syngur sítt síðsta ørindi, flennir landsstýriskvinnan.

– Maðurin og eg eri samd um, at næsti bilurin verður ein elbilur. Teir kosta ikki meira enn ein vanligur bilur í dag. Teir dálka eisini nógv minni og harvið fáa vit eitt reinari umhvørvi, leggur hon dent á.

Ætlanirnar um at seta 12 vindmyllur upp í Porkerishaganum stuðla upp undir arbeiðið at fáa meiri varandi og reina orku inn á elnetið, staðfestir hon.

Arbeiðið verður boðið út í summar og skal vera liðugt um tvey ár.


Sjálvbjargin við orku

– Vit hava neyðuga tilfeingið, ið krevst fyri at gerast sjálvbjargin við orku. Sum er verður fíggjarlóg okkara stýrd av oljuprísunum. Í somu løtu, vit hava lagt um til varandi orku, fáa vit stýrt betur og fáa meiri stabil viðurskifti, slær Sirið Stenberg fast.

Sum dømi um, hvussu nógv oljuprísurin ávirkar búskap okkara, nevnir hon, at frá 2013 til 2016 lækkaði oljuinnflutningurin úr 1,3 mia. kr. til 650 mió. kr., orsakað av lága oljuprísinum.

Síðani oljuprísurin aftur fór at hækka, eru oljuútreiðslurnar farnar upp aftur við 300 milliónum krónum.

Hesa gongdina skal ein umlegging til varandi orku og elbilar vera við til at fáa tamarhald á.

 

Ólavur Ellefsen saman við elbili sínum, sum er av slagnum Tesla Model S. (Mynd: Jens Kr. Vang)

-Havi ikki angrað, at

eg fekk mær elbil

Ólavur Ellefsen í Havn er ein av lutfalsliga fáu føroyingunum, ið hevur ognað sær ein elbil higartil.

Sambært Akstovuni eru í løtuni 62 elbilar skrásettir í Føroyum av eini samlaðari bilpark upp á meira enn 36.000 akfør.

Ólavur Ellefsen, ið er stjóri í partafelagnum Simprentis, ið mennir og veitir skeið til oljuídnaðin, letur sera væl at sínum bili.

Talan er um ein Tesla Model S, sum hann keypti sær fyri trimum árum síðani.

- Eg havi bara havt góðar royndir av honum, staðfestir hann.


Góður at koyra

- Hvat gjørdi, at tú fekst tær ein elbil?

- Tað, sum upprunaliga fekk meg sannførdan, var, hvussu góður hann var at koyra, og eg havi ikki angrað tað síðani.

- Vilt tú mæla øðrum til eisini at fáa sær ein elbil?

- Tað haldi eg, at tey sjálvi skulu taka støðu til. Eg kann bara siga fyri meg, at næsti bilurin hjá mær mest sannlíkt eisini verður ein elbilur.


Verið í Monaco

- Summi aftra seg við at fáa sær elbil, tí teir ikki koyra so langt, áðrenn teir skulu løðast av nýggjum. Hvørja viðmerking hevur tú til tað?

- Eg havi verið bæði á Viðareiði og í Monaco við mínum bili uttan trupulleikar. Bilurin koyrir 350-400 km fyri hvørja løðing, alt eftir hvussu nógvar brekkur eru og hvussu skjótt, eg koyri.

- Løðir tú bilin við hús ella brúkar tú løðingarstøðirnar, sum SEV hevur sett upp?

- Eg løði bæði heima og á løðingarstøðum, alt eftir tørvi.


Ongar trupulleikar

- Hevur tú havt trupulleikar í ferðsluni av, at bilurin er ljóðleysur?

- Nei, eg havi ikki havt stórvegis trupulleikar av hesum, annað enn at fólk ikki flyta seg fyri bilinum.

- Hvat gert tú so?

-Higartil hevur tað gingið fínt bara at bíða...

 

Níggju løðistøðir í

Føroyum

SEV hevur higartil sett upp 9 skjótløðistøðir til elbilar kring landið.

Talan er um sonevndar Quick Charge løðistøðir, sum kunnu løða tveir elbilar í senn upp á 80% eftir 20 minuttum.

Samanumtikið kunnu 20 elbilar løða í senn á almennu løðingarplássunum kring landið.

Til ber at løða elbilin á hesum støðum:

Klaksvík, Nólsoyar Pálsgøta 15

Runavík, Heiðavegur 33

Sandur, Heimasandsvegur

Tórshavn, Skálatrøð 14

Tórshavn, Landavegur 93 – høvuðsskrivstovan hjá SEV

Tvøroyri, Sjógøta 5

Vága Floghavn

Vestmanna, Vestmanna Camping

við Streymin, Oyrabakkavegur 3

Almennu løðingarstøðirnar eru at rokna sum ein eyka løðingartrygd hjá elbilaeigarum, sum við hesum hava møguleikan at løða bilin á almennum staði, um teir eru staddir langt heimanífrá.

Ætlanin er annars, at elbilarnir fyrst og fremst skulu løðast heima ella á arbeiðsplássum, sigur SEV.

SEV metir løðingarstøðirnar vera týðandi lið í tilgongdini at elektrifisera Føroyar á grønu kósini frameftir, sum hevur til endamáls, at í 2030 skal øll elorka á landi koma frá varandi orkukeldum – vatni, vindi og sólorku.

 

Meira langlesnaður