Heimatíðindi

Felagið hjá Barbaru í Gongini farið á húsagang

Barbara í Gongini, tá hon fekk Mentanarvirðisløn Landsins fyrr í ár (Savnsmynd)

Barbara í Gongini, tá hon fekk Mentanarvirðisløn Landsins fyrr í ár (Savnsmynd)

2018-07-05 11:31 Author image
Ingi Samuelsen

Avantgarde klædnafyritøkan hjá føroyska sniðgevanum, Barbaru í Gongini, er farin á húsagang, boðar fyritøkan við høvuðssæti á Refshaleøen í Keypmannahavn frá í dag.

Barbara í Gongini hevur gjøgnum felag sítt, sum ber hennara navn, gjørt vart við seg á móta- og klædnamessum kring allan heim. Hon hevur verið fast innbúgv á Copenhagen Fashion week og eisini í Paris og Los Angeles.

Felagið Barbara I Gongini A/S varð stovnað í 2010, men klædnamerkið hevur verið selt síðan 2005, skrivar danski miðilin finans.dk. 11 fólk vóru í starvi í fyritøkuni. Sniðgevingin og søluarbeiðið fór fram á Refshaleøen, meðan sjálv framleiðslan er farin fram uttanlands. Fyritøkan hevði handlar og var umboðað í fleiri stórum býum uttanlands.

Finans.dk skrivar, at roknskapirnir seinastu fýra árini hava víst avlop, men øll árini hevur grannskoðarin tikið síni fyrivarni.

Nú koma ikki fleiri roknskapir frá Barbara I Gongini A/S, og bústjórin hevur latið aftur heimasíðuna, haðani klæðir hennara eru seld.

Sambært BT sigur bústjórin, at inntøkan í felagnum ikki var nóg stór til at rinda skuldarum og veitarum.

Barbara fekk útbúgving sum klædnasniðgevi frá Danmarks Designskole í 1996, og hon hevur rikið fyritøkuna og verið høvuðseigari saman við manni sínum, Ole, sum upprunaliga er politistur. Hinir eigararnir í felagnum vóru Christian Phillip Arnstedt og Karin Plonaitis, skrivar Finaks.dk.

Fyrr í ár fekk Barbara í Gongini handa Mentanarvirðisløn Landsins. Les grein her 

Barbara í Gongini og hennara sniðgevarafelag hevur havt nógvar spennandi uppgávur við at klæða kend fólk, m.a. Lenny Kravitz og Rihanna. Nógv varð eisini gjørt burtur úr klæðunum, sum donsku luttakararnir á Eurovision Songcontest í ár vóru í. Les:

Barbara í Gongini gjørdi vinnaraklæðini 

Les eisini:

Barbara í Gongini á veg til stjørnurnar

Video: Ein dagur í lívinum – Barbara í Gongini

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður