FAS-skipanin gevur 60 milliónir krónur

2016-05-31 15:45 Author image
Dimma

Føroyska altjóða skipaskrásetingin gevur almennu Føroyum góðar 60 milliónir krónur í eykainntøku, sum annars ikki høvdu komið, um einki FAS var.

Tað vísir ein greining, sum Hans Ellefsen búskaparfrøðingur hevur gjørt av FAS-skipanini.

Niðurstøðan er samstundis, at føroyska altjóða skipaskráin tilsamans fyllir umleið 5 prosent av heildarbúskapinum.

Við ársenda 2015 vóru 90 skip í skrásetingini. Hetta er ein hampiliga stórur og støðugur vøkstur síðan 2008, tá ið 33 skip vóru í FAS. Vøksturin hevur tó ikki verið eins stórur seinnu árini, tí síðan 2013 eru bara trý skip fleiri í skipanini.

Málið hjá FAS hevur verið, at um 200 skip skulu vera í skipanini við árslok í 2018, og sum sæst, eru vit rættiliga langt frá tí málinum.

- Um hetta málið verður rokkið, veldst um fleiri viðurskifti. Generelt kunnu vit tó siga, at jú fleiri skip koma inn í skipanina, jú størri vinning fær tað føroyska samfelagið, uttan at tað kostar nevnivert eyka, sigur Hans Ellefsen, búskaparfrøðingur.

Sambært Taks vóru 1.474 útlendingar og 689 føroyingar løntakaar gjøgnum FAS-skipanina í 2014.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður