FAS fastløst á svartalista

2017-02-11 16:03 Author image
Sigmund Vang

Í løtuni eru 84 skip skrásett í altjóða føroysku skipaskrásetingini FAS. Inntøkurnar frá skipanini eru í løtuni 60 milliónir krónur árliga – tann sonevndi tonasju-skatturin. Áhugin fyri FAS hevur verið á eini góðari leið, síðani hon kom, men nógv fleiri skip kundu verið í skipanini, um FAS ikki var á svartalista – FOC – hjá altjóða flutningfakfelagnum ITF. Saman við 34 øðrum fløggum er FAS á listanum, og í løtuni er einki sum bendir á, at føroyska skipanin sleppur av aftur í bræði.

- Vit hava roynt at gjørt tær ábøtur, sum ITF hevur víst á eru neyðugur, men tað tykist sum at ITF ikki er áhugað í, at FAS yvirhøvur skal sleppa av listanum, sigur Hans Johannes á Brúgv, stjóri á FAS.

Anfinnur Garðalíð, formaður í Skipara- og navigatørfelagnum og limur í føroyska manningarfelagnum FMU, er samdur við stjóranum fyri FAS.

- Vit vóru á tveimum fundum við umboð fyri ITF í fjør og vístu á tær broytingar, sum eru gjørdar, men tað er sum, at lokalar kreftir hava so stóra makt, at tær klára at halda okkum á listanum, sjálvt um ábøtur eru gjørdar, sigur hann.

Tað, sum Anfinnur Garðalíð sipar til, er, at umboðini fyri Norra, Svøríki og Danmark brúka sína ávirkan til at halda Føroyum á svartalista, so teirra skipaskrásetingar ikki missa skip til føroysku skipanina.


Brot úr grein í Dimmalætting hesa vikuna

   

  

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður