Heimatíðindi

FAS-inntøkurnar svara til 16 miðal almenn ársverk

87 skip eru skrásett í FAS. Eitt teirra er tvíkiljan Aurora Explorer, sum siglir við ferðafólki í Svalbard. Spf. Arctic Explorer við bústaði á skrivstovuni hjá Pf. Krúnborg, stendur at eiga skipið (Mynd: Ingi Samuelsen)

87 skip eru skrásett í FAS. Eitt teirra er tvíkiljan Aurora Explorer, sum siglir við ferðafólki í Svalbard. Spf. Arctic Explorer við bústaði á skrivstovuni hjá Pf. Krúnborg, stendur at eiga skipið (Mynd: Ingi Samuelsen)

2018-09-13 11:26 Author image
Ingi Samuelsen

Tað er einki gullnám hjá landskassanum at hava eina føroyska altjóða skipaskrá.

Í fjør rindaðu tey 87 skipini, sum eru í skránni tilsamans 2,6 milliónir krónur í skatti til land og kommunur. Veruliga talið er helst væl minni. Tær 800.000 krónurnar stava frá teimum feløgunum, ið einans hava FAS-virksemi, meðan hinar 1,7 milliónirnar stava frá fyritøkum, sum eisini hava annað virksemi, og har tað tí ikki ber til at siga, hvussu nógv stavar frá FAS-skipum.

Hetta upplýsir Kristina Háfoss, landsstýriskvinna við fíggjarmálum, í einum svari til skrivligan spurning frá uttanflokkatingkvinnuna Sonju Jógvansdóttir.

Sonja Jógvansdóttir vildi hava landsstýriskvinnuna at upplýsa hvussu nógv er komið inn í skatti frá FAS-skipanini hesi seinastu trý árini, og svarið var ávikavist 1,4, 3,6 og 2,6 milliónir í árunum 2015, 2016 og 2017.

Av hesum upphæddum fær landskassin 70 prosent, meðan kommunukassarnir fáa 30. Tað vil siga, at landskassin í fjør fekk (í mesta lagið) 1,82 milliónir krónur inn í skatti frá FAS-feløgunum, meðan kommunurnar fingu (í mesta lagið) 780.000 krónur.

Hertil kemur, at skipini í altjóða skránni eisini rinda onnur gjøld til Sjóvinnustýrið. Størsta upphæddin er árliga gjaldið fyri skráseting, sum í fjør var 2,3 milliónir krónur. Tilsamans vóru gjøldini í fjør 3,9 milliónir krónur. Umframt árliga skrásetingargjaldið, er talan um málibrøv, viðurkenningarprógv, sýn uttanlands, skrásetingargjald, tjóðskaparbrøv, veðbrøv og skipsbløð v.m., upplýsir Kristina Háfoss í svarinum.

Sonja Jógvansdóttir vildi eisini hava at vita hvussu nógv landskassin borið skipafeløgunum aftur hesi árini.

Talan er um áleið knappar 250 milliónir krónur.

Landsstýriskvinnan útgreinar, at skipanin er soleiðis, at manningin rindar 35 prosent í skatti av bruttolønini tey fáa, men at henda upphæddin so verður borin reiðaríunum aftur.

Seinastu trý árini hevur landskassin borið reiðaríunum ávikavist 248, 247 og 210 milliónir krónur aftur. Av tí at afturberingin fer fram árið eftir, er ikki samsvar millum inngoldnan skatt og afturbering hvørt árið, men í longdini er samsvar millum tølini, sigur landsstýriskvinnan.

Samanumtikin kann sostatt sigast, at landskassin í fjør fekk 3,9 milliónir í avgjøldum og 1,8 milliónir í skatti, tilsamans 5,7 milliónir krónur fyri FAS-skipanina.

Spurt var ikki um, og Kristina Háfoss upplýsir heldur einki í svarinum um, hvat umsitingarligi kostnaðurin av hesi skipan er.

Sambært Hagstovuni vóru í desember í fjør 9.319 løntakarar skrásettir í almennari tænastu. Hesi fingu tilsamans góðar 252 milliónir útgoldnar í løn – tað gevur eina miðalløn á 27.000 krónur um mánaðin ella umleið 350.000 krónur um árið.

Landskassans inntøka frá FAS svarar sostatt til 16 miðal almenn ársverk. Á Sjóvinnustýrinum starvast 23 fólk, flest teirra við miðal- til longum útbúgvingum.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður