Faroe Pride: Vit eru eisini ein partur av tjóðini

Faroe Pride í ár verður tann fyrsta síðani samkynt hjúnalag bleiv samtykt í tinginum, og tí verður helst størri dentur lagdur á hátíðarhald heldur enn mótmæli hesaferð. Savnsmynd: Jens Kristian Vang

Faroe Pride: Vit eru eisini ein partur av tjóðini

2017-07-27 10:56 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Í 2005 var fyrsta Faroe Pride hildin í Føroyum. Tað var felagsskapurin Friðarbogin, ið stóð fyri hesum, og gingu tey tá frá Norðurlandahúsinum oman til Speaker’s Corner á Vaglinum. Síðani tá er Friðarbogin givin sum felagsskapur, men LGBT Føroyar hevur tikið við, og hava tey hildu regluligar Faroe Pride gongur tann 27. juli síðan 2012. Í ár verður tann 8. Faroe Pride sum vant eisini hildin 27. juli.

– Tað er ikki av tilvild, at vit valdu at leggja Pride’ina dagin fyri ólavsøku, greiðir Eiler Fagraklett, nevndarlimur í LGBT Føroyar, frá.

– Hetta er fyri at vísa, at vit eisini eru ein partur av føroyska samfelagnum og tjóðini, og tí skulu vit eisini vera umboðaði á tjóðarhátíðini.

At halda gonguna dagin fyri ólavsøku er eisini praktiskt, tí um hetta mundið eru altíð nógvir føroyingar heima og veðrið ofta til vildar.

Eiler greiðir frá, at síðan tey byrjaðu aftur við Faroe Pride í 2012, hevur undirtøkan ligið um eini 5.000 fólk, sum hann rópar “ta trúgvu kjarnuna”. Og á hvørjum ári legst afturat.

Sambært Eiler er tað týdningarmikið fyri LGBT, at Pride’in eitur Faroe Pride, og ikki Gay Pride, eins og hon ger í flestum øðrum londum.

– Vit vilja fagna ymiskleikanum og øllum teimum sum eru øðrvísi, og ikki bara okkum LGBT’arum, eins og at vit øll skulu kunna kenna okkum errin av at vera tann man er í Føroyum.

Faroe Pride í ár er tó nakað serligt. Hetta er fyrsta Pride, sum verður hildin, síðan samkynt hjúnalag er blivið samtykt í Føroyum, og tí verður denturin á Pride’ini í ár lagdur meira á hátíðarhald, heldur enn mótmæli. Hetta er ein stórur sigur fyri LGBT-samfelagið í Føroyum.

– Vit hátíðarhalda, at vit hava fingið innivist í føroysku á lóggávuni og at vit støðugt vinna hjørtuni á alsamt fleiri føroyingum, greiðir Eiler frá.

Hann slær tó fast, at hóast nú er tíð at hátíðarhalda, at ein týdningarmikil bardagi er vunnin, so er stríðið móti stigmatisering av LGBT’arum og fyri normalisering ikki vunnið enn.

Til Faroe Pride í ár hevur LGBT-felagsskapurin bjóðað fyrrverandi forsætisráðharra Íslands, Jóhonnu Sigurðardóttir, og konu hennara, Jónínu Leósdóttir, at koma og halda gestarøðuna. Tær vóru á embætisvitjan í Føroyum í 2010, og nógv rok spurdist burturúr einum døgurða við táverandi løgtingslimum, tí ein teirra, Jenis av Rana, ikki vildi møta upp, vegna kynsligu sannføringina hjá Jóhonnu og Jónínu. Við at bjóða teimum til Føroya aftur at halda røðuna til Pride, vil LGBT Føroyar vísa Jóhonnu og Jónínu, at Føroyar eru broyttar, og fagna hesi broyting saman við teimum.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður