Heimatíðindi

Faroe Pride 2018: Enn manglar nógv til at koma á mál

Mynd: LGBT Føroyar

Mynd: LGBT Føroyar

2018-07-16 17:07 Author image
Ruth Winther Poulsen

Við skrúðgonguni vil LGBT hátíðarhalda ymiskleikan í Føroyum. Hetta er níggjunda skrúðgongan, sum verður í Havn, men hon hevur enn týdning, sigur Eiler Fagraklett, limur í LGBT.

-Samkynd hava tað enn ikki nóg gott í Føroyum, tað eru enn nógv, sum ikki tora at koma út úr skápinum. Samstundis eru tað eisini nógv samkynd, sum verða kastaði frá sínari familju og tað eru enn nógvar kreftir, sum ikki vilja okkum væl, so tað er enn ein bardagi. Vit hava vunnið ein bardaga, sum er hjúnabandslógin, men tað merkir ikki at man nú kann seta seg hendur í favn og halda, at verðin er ljósareyð, tí tað er hon slett ikki.

 

Eiler Fagraklett leggur dent á, at rættindi verða givin, men tey kunnu øgiliga lætt takast frá aftur, og tí er nógv eftir á mál.

-Um vit bara hyggja at USA og Trump og hvussu skjótt alt har er rullað aftur. Og so sjálvandi Putin og Rusland, har Pride nú er bannað. Hetta kann sjálvandi eisini henda í Føroyum og tí skal man varðveita tað, sum er vunnið og royna at koma fram.


Hann leggur eisini dent á, at nógv er eftir á mál á politiska økinum. Samgongan, sum skuldi eitast at stuðla LGBT, fall eitt uppskot, sum Sonja Jógvansdóttir legði fram um at banna mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðismarknaðinum.   

-So seint sum í ár fall sokallaða LGBT samgongan uppskot um at banna mismuni á arbeiðismarknaðinum. So sjálvt ein vinstravongd, LGBT vinarlig samgonga fellur eitt uppskot, sum skal verja okkum og aðrar minnilutat. Tað vísir, at vit eru slett yvirhøvur ikki komin á mál. Og samstundis hava vit fólk í andstøðuni, sum vilja taka rættindi frá okkum aftur og fáa gomlu hjúnabandslógina aftur. Nú verður val um eitt ár, og man veit aldrin hvat hendur. 

 

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður