FarGen fær tríggjar milliónir av danskari fíggjarætlan

Mynd: Sjúrður Skaale og danski fíggjamálaráðharrin, Kristian Jensen

FarGen fær tríggjar milliónir av danskari fíggjarætlan

2018-01-04 11:37 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi hevur gjørt avtalu við danska fíggjamálaráðið, og fíggjamálaráðharran, Kristian Jensen, um at stuðla føroysku verkætlanini, Fargen. Tað upplýsir Javnaðarflokkurin í tíðindaskrivi.

Tríggjar milliónir av donsku fíggjarlógini eru blivnar játtaðar til føroysku verkætlanina um ílegugransking. Hetta er ikki fyrstu ferð, men heldur triðju ferð, at Javnaðarflokkurin hevur gjørt avtalu við danskar myndugleikar um at játta pening til júst hesa ætlanina. Í 2015 fingu FarGen játtað átta milliónir krónur og í 2016 fingu tey tvær milliónir. Í ár er upphæddin tríggjar milliónir.

Sjúrður Skaale sigur, at endamálið við, at vilja finna stuðul til hesa verkætlanina eru tvær. Eitt fakligt endamál og eitt búskaparligt. Tað er týdningarmikið fyri føroyska samfelagið at granska í heiligvági og sjúkum, ið er serliga viðkomandi fyri føroyingar. Umframt at tað eisini skal slóða fyri spennandi, háløntum og vitanartungum arbeiðum.

Sjúrður Skaale vísir á, at áhugin og vælviljin millum føroyingar fyri FarGen-verkætlanini er stórur, men at slík gransking er dýr og krevur nógva fígging. Tískil metir hann og Javnaðarflokkurin, at tað eisini er neyðugt við útlenskari fígging.

FarGen-verkætlanin er eisini fíggjað av føroysku fíggjarlógini. Í fjør fekk hon tvær milliónir og í ár fær hon somu upphædd. Betri banki hevur eisini latið stuðul til verkætlanina.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður