Heimatíðindi

Fara ikki at røkka 2020 veðurlagsmálinum

2020-07-17 18:57 Author image
Katrin Johannessen

Gongur skeiva vegin
Umhvørvisstovan kunngjørdi fyrr í vikuni, at útlátið av vakstrarhúsgassi er økt 6,2 prosent í 2019 í mun til 2018. Hetta er í trá við tølini frá seinastu árunum, sum vísa, at útlátið av vakstrarjúsgassum er økt, fyri hvørt ár.

Í 2009 samtykti Føroya løgting einmælt Veðurlagspolitikk Føroya yvirskipaða málinum um at skerja útlátið av vakstrarhúsgassum við í minsta lagi 20 % í 2020 í mun til útlátið í 2005. 

Í staðin fyri at nærkast málinum, so vísa tølini frá 2019, at utlátið haraftur ímóti voksið við 25 prosentum í staðin fyri at lækka tey 20 prosentini, í mun til 2005, sum málið annars er. 

-Hetta er skeiva gongdin. Vit havi fleiri ferðir gjørt vart við tað. Men enn verður alt ov lítið ítøkiligt gjørt fyri at venda gongdini.

-Nú hava vit ikki tølini fyri 2020 enn, og gongdin kann jú broytast. Men ein og hvør sær, at vit ikki fara at náa málinum, sum løgtingið samtykti í 2009, sigur Suni Petersen, deildarleiðari innan Vernd á Umhvørvisstovuni. 

Tað er serliga olja og brennievni, sum økja um útlátið av vakstrarhúsgassum. Eisini F-gass, sum verður nýtt í køliskipanum umborð á skipum, ávirkar útlátið sera nógv, í mun til hvussu nógv tað verður brúkt. 

Ov lítil politiskur vilji
- Sum heild er alt ov lítil politiskur vilji at gera nakað við trupulleikan. Og tað er galdandi óansað hvør situr við valdi, sigur Suni Petersen.

Hann ger greitt, at tað ikki er lætt at lækka um útlátið, og at sjálvandi skal tað ikki skiljast sum, at onki er hent á økinum. Hann nevnir millum annað vindmyllurnar vit hava fingið. Men tað, sum er gjørt, hevur ikki munað nóg nógv.

-Tey átøkini, sum veruliga kunnu muna, so sum at seta krøv til bæði borgarar og vinnuna, um at lækka nýtsluna av olju, smakka ikki væl politisk. Men tey eru neyðug, um vit av sonnum vilja gera nakað við trupulleikan.

Í síðsta mánaði samtykti ein stórur meiriluti á fólkatinginum eina nýggja veðurlagslóg, um at lækka CO2-útlátið við 70 prosentum samanborið við 1990. Í einari grein á BBC, verður hendan lógin kallað framsøkin, av tí at hon er lógfrøðiliga bindandi og kann gera tað beinleiðis ólógligt at ikki røkka verðurlagsmálum, sum verða sett. Suni Petersen sær positivt á hesa lógina. 

-Tað kundi avgjørt verið eitt hugskot at fingið eina líknandi lóg í Føroyum. Hetta skal tó viðgerðast politiskt og tað er ein spurningur um, hvussu ein tílík lóg skal orðast. 

-Um vit vilja lækka útlátið av vakstrarhúsgassum, so fer tað at kosta. Men spurningurin er, hvat tað fer at kosta okkum í hinum endanum, um vit ikki gera nakað, sigur Suni Petersen.

Les meir á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður