Kjak

Falskur alarmur, tíbetur

2020-07-09 18:30 Author image
Sveinur Tróndarson

Seinasta vikuskiftið hendi tað – næstan – sum vit øll hava bíða eftir. Nevniliga, at koronan var komin aftur til landið.

Tað skal ikki serliga nógv til at vænta, at tað fer at henda fyrr ella seinni. Vit eru rakt einaferð, og kláraðu ta ferðina heilt ómetaliga væl at handfara støðuna, og tí er at vóna, at akkurát tað verður úrslitið næstu ferð koronan kemur.

Seinasta vikuskiftið var tíbetur talan um falskan alarm, ein følsk positiv test, sum komst av, at persónurin, sum fekk allar føroyskar ávaringarlampur at lýsa, hevði verið sjúkur og tí hevði restir av virussinum í kroppinum.

Nú hevur verið tosað so øgiliga nógv um kanningar, hvør skal gera tær, hvør fær pengar fyri hvat og ikki minst, hvør hevur gjørt hvat í politikkinum, og tað kann sjálvandi vera ein áhugaverd diskussjón.

Tað, sum eg her fari at venda mær ímóti ístaðin er, at tað, sum falski alarmurin seinasta vikuskifti vísti var, at kanningarskipanin, sum nú er sett upp á beinini á flogvøllinum og aðrastaðni, veruliga fangar okkurt.

Tað er sagt, at henda skipanin fangar ikki alt, og friður verið við tí. Tað ger einki uttan eitt fullkomið ferðabann. Tí eru vit ikki áhugað í, og tí mugu vit taka tað við, at tað eru váðar, sum kunnu hava við sær, at koronan kann koma inn aftur í landið.

Tað er tó ein rættiliga stórur munur á støðuni, sum hon er nú, og á henni, sum var, tá alt hetta byrjaði. Hann er, at okkara fólk nú vita, hvørjum tey skulu hyggja eftir, hvaðani tað kemur og ikki minst, hvat tey skulu gera fyri at halda smittuvandan niðri.

Tað útgangsstøðið er rættiliga nógv betur enn tað sum var í mars mánað, tá eingin visti nakað sum helst.

Hyggja vit at kanningum, sum eru gjørdar í øðrum londum, so vísa tær, at korona-smittan eftir øllum at døma hevur verið í nógvum londum langt áðrenn hon veruliga fór at gera um seg. Tað vil siga, at tá myndugleikarnir settu verjutiltøk í verk, tá var tað longu ov seint.

Taka vit støðuna hjá okkum sjálvum, so er hon rættilliga nógv øðrvísi í dag. Tí nú vita heilsumyndugleikarnir, hvørjum teir skulu leita eftir, og í grundini vita teir eisini, hvussu teir skulu “grípa støðuna ann”.

Tað er ein rættiliga stórur fyrimunur, tá man skal verja seg móti aðru bylgju. Og tann fyrimunur eigur tí eisini at síggjast í mátanum, sum vit møta ósjónligu hóttanini, sum vit kallaðu korona-hóttanina fyrstu ferð hon kom inn.

Tá tann allarringasta ódnin hevði lagt seg í fyrsta umfari segði landsstýrismaðurin við heilsumálum, at frá nú av kunnu vit næstan bara taka skeivar avgerðir. Eg skilti hann soleiðis, at man hevði verið skilagóður og heppin undir einum, og hevði fingið tamarhald á hóttanini, og nú var bara ein spurningur um, hvussu vit komu víðari.

Har høvdu vit øll nógv góð hugskot, og tí kundi tað vera torført hjá myndugleikunum at gera øll nøgd.

Tann trupulleikin er loystur. Av heilsufólkunum, sum arbeiddu væl og rætt, og av fólkinum, sum lurtaði. Lat okkum tí nú brúka henda møguleika til at gera tað rætta næstu ferð.

Okkum nýtist ikki at fara í panikk. Men okkum nýtist heldur ikki at lata alt um okkum ganga.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður