Heimatíðindi

Færri seyðir verða yvirkoyrdir, um teir brúka endurskyn

Endurskyn á seyði bøtir um ferðslutrygdina (Mynd: Dimmalætting)

Endurskyn á seyði bøtir um ferðslutrygdina (Mynd: Dimmalætting)

2019-04-25 13:30 Author image
Hergeir Staksberg

Tað eru ikki bara fólk, sum fáa ágóða av at brúka endurskyn. Tað sama er galdandi fyri seyð

Sambært fyrrverandi landsstýrismanninum, Henrik Old, er talið á yvirkoyrdum seyði minkað rættiliga nógv, síðani tey valdu at festa endurskyn á beinini á seyðinum.

- Ja, tað riggar. Tað eru rættiliga nógv ár síðani, at vit valdu at keypa endurskyn, og koyra tað um beinini á seyðinum. Hjá okkum koyra vit tað á tvey bein. Vit seta tað á annað frambeinið og bakbeinið á mótsattu síðu, soleiðis at tað sæst frá báðum síðum, sigur Henrik Old

Hevur tú eitt boð uppá, hvussu nógv færri seyðir verða yvirkoyrdir árliga, síðani tit byrjaðu at brúka endurskyn?

- Nei, eg havi onki tal, men tað er øgiliga sjáldan, at nakar seyður verður yvirkoyrdur. Tað kunnu gott ganga ár ímillum, har seyður verður yvirkoyrdur, greiðir Hendrik Old frá.

[object Object]

(Gott veður og seyður. Mynd: savnsmynd)

Royna annað slag av endurskyni í ár
Sambært Henrik Old er tað ikki hann, sum er heilin handan hugskotið við endurskyninum. Hugskotið at brúka endurskyn á seyði er helst eini 20 ára gamalt, og sambært Henrik er einasta minusið við at brúka endurskyn, at tað kostar rættiliga nógv.

- Hetta er nakað, sum mann hevur tosað um í longri tíð, og í ár var tað so semja um, at vit skuldu royna eitt annað slag av endurskyni. Hetta nýggja endurskynið verður hongt um hálsin á seyðinum. So í ár verður tað fyrstuferð, at vit royna at seta endurskin um hálsin heldur enn beinini, sigur Henrik Old at enda.

Les meira um seyð og ferðslu í komandi Dimmalætting

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður