Heimatíðindi

Kommunal tilbúgving er eitt stórt puslispæl

2020-05-13 06:50 Author image
Bryndis Hjartardóttir

- Tað er eitt stórt puslispæl, sum skal passa saman. Tilbúgving er eitt øgiliga ringt evnið at halda seg til, tí man skal brúka eina rúgvu av pengum uppá nakað, sum man vónar ongantíð fer at henda. Hetta er eisini ein nýggjur máti at arbeiða á hesum økinum og tí tekur tað tíð, men við góðum samarbeiði koma vit á mál, sigur Andras Marr Poulsen.

Sambært tilbúgvingarlógini frá 2012 skulu allar kommunur hava eina tilbúgvingarætlan. Endamálið við tilbúgvingarætlanini er at fyribyrgja møguligar vanlukkur á staðnum, og at tryggja virkisførið, tá ein vanlukka hendir.

Tað er fleiri ymisk sløg av tilbúgvingum og hvør landsstýrismaður varar av eini tilbúgving á sínum fakøki.

Tá talan er um kommunala tilbúgving er endamálið, at kommunurnar gera eina váðameting av økinum, sum síðani avgerð hvat skal verða í teirra tilbúgvingarætlan. Váðametingin fevnur um allar møguligar vanlukkur sum kunnu koma fyri á einum øki, greiður Andras Marr Poulsen, tilbúgvingarsamskipari í Fiskivinnumálaráðnum. Hann eftirlit við teimum 19 tilbúgvingarøkjunum, sum kommunurnar eru skipaðar í og at kommunurnar hava eina nøktandi tilbúgving.

Lógin kom í gildið í 2012, men lítið fokus hevur verið á økinum, heldur Andras Marr Poulsen, og tí eru ikki allar kommunurnar enn komnar á mál við síni tilbúgvingarætlan. Orsøkin til tað liggur á báðum pørtum, heldur hann.

Ein váðameting er ein stór uppgáva at fara undir við. Tað krevur stórt arbeiði at savna saman hvørjir váðar eru í kommununi og at greina hvørji sannlíkindini eru fyri hvønn váða, umframt at greina hvørja útgerð tørvur er á fyri at tryggja virkisførið um ein vanlukka hendir. Hetta kann hava við sær, at flerir av teimum smáu kommununum ikki hava nokk av arbeiðsorku til at standa fyri hesum sjálvar og tað kann gerast kostnaðarmikið um kommunurnar noyðast at keypa sær ta arbeiðsorkuna, sigur Andras. Tá er so ein møguleiki, at granna kommunur kunnu gera eina samstarvstilbúgving og tann møguleikan hava fleiri kommunur valt at nýta.

Tað eru tó undantøk, sum kommunurnar verða frítiknar fyri í teirra tilbúgvingarætlanum. Tað verður hildið at vera órímuligt at krevja, at hvør kommuna hevur eina sertilbúgvin til vandamikil evni, radioaktiv evni, biologisk evni og spreingievni, CBRNE. Fiskimálaráðið hevur á hesum økinum gjørt samstarvsavtalu við Beredskabstyrelsen og danska herin í Føroyum um at hjálpa við slíkum. .

Á Fiskimálaráðnum er eisini nógv at takast við á hesum økinum. Fleiri av kommununum hava eftirlýst eina vegleiðing til tilbúgvingarætlanirnar og hendan er í løtuni í gerð, umframt tað norðurlendska samstarvi um tilbúgving.

Tað sum arbeitt verður við, er at finna ein felagsleist fyri allar kommunurnar í landinum, so at man hevur eina felags kreppustýring í Føroyum og tann strukturin skal tann kommunala tilbúgvingar ætlanin avspegla, sigur Andras Marr Poulsen, so at tað gerst lættari at hjálpa hvørjum øðrum um tørvur verður á tí.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður