Mentan

Eykakonsert við The King's Singers

Eykakonsert við The King's Singers

Mynd: NLH

2017-09-07 16:13 Author image
Innsent

Týskvøldið 28.  november kl. 20.00 verður eyka jólakonsert í Norðurlandahúsinum við einum av heimsins kendastu og mest viðurkendu vokalbólkum seinastu 50 árini, nevniliga The King’s Singers. Útselt er til konsertina 29. november kl. 19.30. Henda sølan gekk so væl, at útselt var eftir einum degi.

The King’s Singers vórðu settir á stovn í 1968 av seks nýútbúnum sangarum frá King’s College í Cambridge. Tað, sum sermerkti bólkin frá byrjan av, var tónlistarligt fjølbroytni. The King’s Singers høvdu eina fasta løtu í bretskum sjónvarpi í bestu senditíð, har teir sungu vælumtóktan tónleik, sum onki kór vanliga hevði farið í holt við. Við teirra serligu bretska sjarmu og fantastisku røddum, teknikki og samljóði sungu teir seg beint inn í hjørtuni á áhoyrarum kring allan knøttin.Limirnir í The King’s Singers eru skiftir út so hvørt, sum árini eru liðin, men ljóðið, hugsjónin og ikki minst høga støðið eru tey somu.

Bólkurin hevur alla sína tíð javnan verið boðin at framføra á heimsins størstu pallum – frá Royal Albert Hall í London til Opera House í Sidney og Carnegie Hall í New York. Teir eru vornir ein altjóða ímynd av tónlistaligari dygdargøðsku. Á hillini við heiðurslønum standa umframt óteljandi aðrar tvær Grammy® virðislønir og ein Emmy® virðisløn. The King’s Singers vóru eisini á tí allarfyrsta Grammophone Magazine Hall of Fame.

Á konsertini í Norðurlandahúsinum fara teir at syngja burturúr síni vælumtóktu og umfatandi jólaskrá umframt ymiskt annað – kanska enntá okkurt føroyskt. 

Lesið meira um konsertina á http://www.nlh.fo/events/the-king-s-singers/ og um the King’s Singers á www.kingssingers.com

 

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Meira langlesnaður