Mentan

Blómuhandil um valentinsdag: Seinastu fýra árini er áhugin vaksin nógv

(Mynd: Visualhunt)

(Mynd: Visualhunt)

2019-02-14 07:35 Author image
Turið Justinussen

Dagurin í dag er ikki heilt sum aðrir hósdagar. 14. februar á hvørjum ári er nevniliga valentinsdagur - ein dagur, ið føroyingar áður ikki góvu stóran ans

Valentinsmessa ella valentinsdagur er ein vanlig og gitin siðvenja uttanlands, men er enn reiðiliga nýggj her á okkara leiðum. Sambært Eyðrit Ejdesgaard, leiðara og blómuprýðara í Akkuleya, kann valentinsmessa tó umsíðir sigast eisini at hava rótfest seg í Føroyum:

- Vit hava úr at gera við at gera klárt, sigur hon í samrøðu við Dimmalætting og leggur afturat:

- Tað er ein vøkstur á hvørjum ári, og serliga tey seinastu fýra árini hevur vøksturin verið stórur. Áðrenn tað, hevði dagurin kanska ikki so nógv uppá seg.

Í blómuhandlinum í miðbýnum, Akkuleya, sum fyrstu ferð dyrnar upp í 1991, selja tey á valentinsdegnum mest av blómutyssum, og Eyðrit Ejdesgaard greiðir frá, at tað eru fleiri menn enn kvinnur, ið vanliga keypa blómur á hesum degi.

Søguligi upprunin til valentinsdagin
Fyri fleiri pør er hesin dagur eyðkendur av reyðum rósum, sexutum undirklæðum, hjartaskapaðum konfekteskjum og heitum ástarkvøðum. Men soleiðis hevur tað ikki altíð verið, hóast søguligi upprunin, sambært søgnini, eisini angar av kærleika. 

Halgidagurin varð á sinni kosin av pávanum Gelasius í ári 496 og hidið verður, at dagurin er uppkallaður eftir rómverska prestinum, Skt. Valentin, sum livdi í triðja árhundrað og doyði tíðliga, tí hann ikki aktaði boðini frá rómverska keisaranum, Claudius tí ónda, ið forbjóðaði fólki at gifta seg.

Søguliga frágreiðingin byrjar í gamla Rom. Tann 14. Februar heiðraðu rómverjar gudin, Juno, ið var drotning yvir teir rómversku gudarnar. Hon umboðaði kvinnur og hjúnaband.

Hesin dagur var tann almannakunniga byrjanin uppá várið, og dagin eftir byrjaði Lupercaliafestivalurin, ið var ein frukbarsheiðran av tí rómverska gudinum fyri landbúnað, Faunus, og monnunum, sum á sinni stovnaðu Rom, Romolus og Remus.

Luperciafestivalurin
Luperciafestivalurin var stórfingin. Søgnin sigur, at rómverskir prestar stillaðu seg upp frammanfyri eini heilagari holu og ofraðu har eina geit fyri gróðursemi og ein hund fyri reinskan. Søgnin sigur, at ein úlvatík skal hava fostrað Romolus og Remus í hesi holu.

Rómversku menninir skóru síðani geitaskinnið í álir, drúpaðu tað í offurblóð og sveiggjaðu so blóðdryppandi húðálirnar út yvir kvinnurnar og markirnar í nánd.

Kvinnurnar óttaðust ikki, men tóku tvørturímóti væl ímóti blóðutu sløgunum, tí hetta hildu tær, fór at gera tær meira fruktbarar.

Hóvaði ikki teimum kristnu
Hæddarpunktið á festivalinum var ein stórur ástarhappadráttur, har kvinnurnar í býnum løgdu nøvnini í ein stóran atkvøðuseðlakassa, og støku mannfólkini í býnum sluppu síðani at velja sær eitt tilvildarligt navn burturúr. Henda árliga paringin endaði ofta við, at skipaðu pørini forelskaðu og giftu seg.

Fleiri rómverskar, heidnar siðvenjur vóru illa dámdar av kristnum fólki, sum tí góvu teimum kristin nøvn og eftir teirra tykki, meira hóskandi innihald.

Hetta er valentinsmessa eitt fullgott dømi fyri. Í ár 498 forbjóðaði tann rómverski pávin, Gelasius ástarhappadráttin, ið varð dømdur ókristiligur, og ístaðin valdi hann, at tann 14. februar skuldi heiðra Skt. Valentin.

Hvør var Valentin?
Navnið, Valentin var so væl umtókt í miðøldini, at ivi er um, hvønn sankta Valentin, dagurin er uppkallaður eftir, men tann mest romantiska søgnin sigur, at talan er um prestin og blóðvitnið, Valentin, sum var í tænastu hjá Claudius tí ónda í triðja árhundrað.

Claudius tann óndi var sannførdur um, at giftir menn, vóru vánaligir krígsmenn, og tí gjørdi hann ikki mætari enn at forbjóða fólki at giftast.

Valentin, sum tann romantikkari hann var, legði ikki petti í forboðið og gifti í loyndum ung pør. Ólydnið hansara bleiv tó avdúkað og Valentin varð fongslaður og síðani avrættaður.

Summi halda eisini, at tað var presturin sjálvur, ið sendi tað fyrsta valentinsbrævið, til dóttrina hjá fangavørinum, sum vitjaði hann ímeðan hann varð hildin í fangilsi. Brævið var undirskrivað “Frá tínum Valentin”.

Kelda: Videnskab.dk

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður