Heimatíðindi

Eydnurík endurnýtsla

2018-10-16 14:50 Author image
Turið Justinussen

Nú prátað verður um endurnýtsluvørur, er freistandi at hugleiða um hvat økti eftirspurningurin eftir endurnýtsluvørum skyldast, tá vit sum forbrúkarasamfelag í uppgongutíð uppliva eina materialistiska yvirflóð

Modernaða samfelagið, vit liva í, er plágað av óneyðugum materiellum vælstandi og eini yvirnýtslu av tilfeingi. Vøruhandil og forbrúk er tað týdningarmesta sosiala og búskaparliga virksemið, og vit hava ein lívsstíl og eitt sálarlív, har forbrúk og nøgdsemi av materiellu tørvum er avgerandi. Hesin lívsstílur hevur síðani 60'ini, tá vit spentu miðjubeltið út, nærum bert havt viðrák. Vit fingu ráð til bil, sjónvarp, hús og kanska enntá eina charterferð, og brúkaravørur vórðu so lekkurt borðreiddar í sølulýsingum, handilsvindeygum og vøruhúsum, at sjálvandi keyptu vit tær. Men ofta er tað so, at við einum ráki, fylgir eitt mótrák.

Materiell ovurnýtsla ikki avgerandi fyri nøgdsemi
Tað er nettupp forbrúkarasamfelagið, vit liva í, ið hevur skapt og erta fram hendan tørvin á at víkja frá mongdini. Samfelagið er í alt størri mun innrættað til at hugtyngja okkum, tí eydnusemi er ikki gott fyri búskapin. Vóru vit nøgd við tað vit høvdu, hví høvdu vit tá havt tørv á meira? Eftirspurningurin verður og skal skapast. Vilt tú t.d. hava onkran at keypa sær ein nýggjan bil, skalt tú bara sannføra viðkomandi um, at hann hevur tørv á einum. Og vilt tú hava onkran at keypa húðyngjandi krem, skalt tú bara fáa viðkomandi at stúra fyri elli.

Tað er ikki yvir at dylja, men eru vit umsíður veruliga vorðin tilvitaði um tað? At vit ikki hava alt hetta materalistiska yvirflóðið fyri neyðini, sum er skaðilig fyri bæði (sálarligu) heilsuna og umhvørvið? Við eitt nú at keypa í endurnýtslu, skal ein ikki áhaldandi kýta seg at fylgja við skiftandi, dýrum mótum og klædnasniðum, og stúra fyri ikki at eiga tað nýggjasta nýggja. Á hendan hátt er endurnýtsla ómaksleys og kanska eisini eydnurík í síðsta enda. Tað, at vera róligur og nøgdur við sína ikki alla tíð uppgraderandi tilveru, gerst tí ein passiv kollveltingarhugað gerð.

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður