Eyðgunn Samuelsen: Ein haldfør nýskipan

Mynd: amr.fo

Eyðgunn Samuelsen: Ein haldfør nýskipan

2018-01-16 10:27 Author image
Innsent

Løgtingið fer í dag undir at viðgera pensjónsnýskipanina. 1. viðgerð av teimum seks lógaruppskotunum, sum eru partur av nýskipanini, eru á skránni til løgtingsfundin, sum byrjar kl. 10.

Pensjónsnýskipanin hevur verið leingi ávegis. Uppskotini vórðu send til hoyringar í heyst, og nógv nýttu høvið at gera viðmerkingar. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, sigur, at viðgerðin av hoyringarsvarunum hevur havt við sær, at nýskipanin er vorðin meira fullfíggjað.

“Eg fegnist um, at tað hevur eydnast at gera eina haldføra nýskipan, ið fer at tryggja verandi og komandi fólkapensjónistum eina betri pensjón”, sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna.

Kelda: amr.fo

 

 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður