Etiskt grindakjak:  Vit skulu minka um líðing

2016-08-03 18:13 Author image
Dimma

- Fyrst og fremst haldi eg, at vit mennisku áttu at minkað um líðing, har vit kunnu.

Soleiðis sigur Marna Olsen, sum saman við Rúna Nielsen hevur kallað føroyingar saman tiltøk um landið, har tey vilja seta hol á eitt etiskt kjak um grindadráp. Hon er ímóti, at føroyingar drepa grind, og tað eru fleiri “positiv alternativ”, sum hon tekur til.

- Vit kunnu eitt nú brúka grindahvalin innan ferðavinnuna – altso vísa grindahvalin fram og upplýsa ferðafólk um hvalin sum eitt hugtakandi villdjór, ið vit eru so heppin at hava í Føroyum, heldur enn at drepa hann, sigur Marna Olsen.

Men hví skulu vit gevast at drepa júst grind, tá ið vit annars eta so nógv onnur sløg av kjøti, sum eisini krevur at vit drepa djór?

- Tá ið føroyingar ikki longur hava fyri neyðuni at eta grind, og hvalurin omaná tað heila er dálkaður so mikið nógv, at ein ikki eigur at eta meira enn ein døgurða um mánaðin, og kvinnur og børn nærmast slett ikki, so haldi eg tíðin er komin at seta spurning við, um tann líðingin, vit volda, er í ordan. Tað haldi eg ikki, tað er, sigur Marna Olsen.

So nógv annað er vert at umhugsa, heldur hon, til dømis at bæði mammur og hvølpar verða dripnir. Heldur skuldi orkan verið nýtt til at víðka um granskingina av grindhvalinum við Føroyar, bæði við føroyskum og útlendskum granskarum.

- Stórur áhugi er í at granska í grindahvali og onnur sløg av hvali nógv onnur støð í heiminum. Hví ikki eisini í Føroyum?, spyr Marna Olsen.

Fyribils eru fýra tiltøk sett á skrá. Tað fyrsta verður í kvøld, mikukvøldið klokkan 20 í Listastovuni í Miðvági. Í morgin í Sirkus, leygardagin í Atlantis í Klaksvík og mánadagin á Seglloftinum á Tvøroyri.

Marna Olsen setir hol á etiska grindakjakið

  

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður