Uttanlands

Estland yvirtekur allarhelst formansskap

2016-07-21 08:57 Author image
Jákup Højgaard

Tað er breið semja millum ES londini um, at Estland skal yvirtaka hálvárs formansskapin, sum Stóra Bretland skuldi sita við aðru hálvu av 2017. Tað sigur talsmaðurin hjá Donald Tusk, ES formanni.

Tað er ikki endaliga avgjørt enn millum limalondini, men tað verður vónandi skjott, sigur talsmaðurin sambært tíðindastovuni Ritzau.

Formansskapurin skiftir millum limalondini hvørt hálva ár og ætlanin er møguliga at flyta uppruna raðfylgjuna eitt hálvt ár fram.

Theresa May, forsætismálaráðharri í Bretlandi, segði týsdagin, at bretar ikki fara at taka yvir formansskapin í 2017. Hetta kom ikki óvæntað eftir Brexit atkvøðuna 23. juni. 

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður