Kjak

Eru tað fleiri enn 18 oyggjar í Føroyum?

(Lítla Dímun. Mynd: Erik Christensen)

(Lítla Dímun. Mynd: Erik Christensen)

2019-04-08 17:30 Author image
Hergeir Staksberg

”Hetta fer runt til alt Føroyar. 18 oyggjar. Vit liva og doyggja har”, rappa teir í Swangah. Og akkurát Føroyar og 18 oyggjar, er nakað sum vit hava tikið til okkum í Føroyum. Tann brennandi spurningurin í hesum førinum er: Hava vit møguliga meir enn 18 oyggjar, tá tað kemur til stykkið? Hvat nú um Trøllhøvdi og Tindhólmur eisini eru oyggjar? 

Um vit leita í orðabókini hjá sprotanum, so sigur orðabókin, at ein oyggj er størri enn ein hólmur. Also eitt fínt boð upp á hví vit hava 18 oyggjar, men grava vit eitt sindur djúpari, so hongur tað ikki heilt saman hjá sprotanum. Tí tá vit sláa orðið hólmur upp, so sigur orðabókin, at ein hólmur er tað sama sum ein lítil oyggj. 

[object Object]

(Trøllhøvdi er ein hólmur í Føroyum, sum liggur norðanfyri Sandoynna. Hólmurin hoyrir til Kirkjubø. Mynd: Eileen Sandá)

Tá hólmar sambært sprotanum eru smáar oyggjar, so hava vit fleiri enn 18 oyggjar í Føroyum, hóast oyggjarnar eru ymiskar í stødd. Sambært Umhvørvisstovuni hava vit 845 oyggjar, hólmar og sker í Føroyum.

Vit spurdu Umhvørvisstovuna, hvussu nógvar oyggjar eru í Føroyum. Ein spurningur, sum tey eru von við at fáa, men sjálvt um spurningurin er einfaldur, so er svarið ikki einfalt.  Sambært Umhvørvisstovuni er tað ikki lætt at siga, hví eitt er ein oyggj, og eitt annað ikki er ein oyggj.

[object Object]

(Tindhólmur. Mynd: Erik Christensen)

Støddin hevur ikki týdning
Tað er ikki støddin, sum ger av, um nakað er ein oyggj ella ikki. Hóast Lítla Dímun er størri enn Tindhólmur, so er tað ikki støddin sum ger Lítla Dímun til eina oyggj, og at Tindhólmur ikki er ein oyggj.

Sambært Umhvørvisstovuni finna vit svarið í okkara søgu. Tey meina, at mann frá gamlari tíð hevur talt seg fram til 18 oyggjar, og síðani er mann blivin samdur um, at í Føroyum hava vit 18 oyggjar. Og tað hava vit so hildið fast í líka síðani. 

Ein onnur frágreiðing er, at tað møguliga hevur nakað at gera við, hvussu tætt oyggjarnar liggja við aðrar oyggjar. Tildømis liggur Lítla Dímun meir fyri seg sjálvan, meðan Tindhólmur liggur tættari upp á eina aðra oyggj.

Um tú sum lesari liggur inni við eini aðrari frágreiðing, so vilja vit fegin hoyra tína útgávu. Tað er bara at viðmerkja niðanfyri.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður