Uttanlands

Erdogan leingir freistina uttan ákæru

2016-07-23 11:26 Author image
Jákup Højgaard

Erdogan forseti í Turkalandi, hevur nú longt freistina, at halda fólki aftur uttan ákæru til 30 dagar, verður sagt í eini almennari yvirlýsing. 

Í yvirlýsingini niðurleggur hann eisini meira enn 1000 privatskúlar og fleiri enn 1200 áhugafeløg. 

Hetta kemst av kvettroyndini í móti turkiska leiðaranum í síðstu viku og lýstu undantaksstøðuni. 

Erdogan forseti gevur prestinum Fethullah Gulen, sum hevur sæti í USA, ábyrgdina fyri kvettroyndini, men Gulen avsannar hetta.

Undantaksstøðan skal loyva myndugleikunum at handfara miseydnaðu kvettroyndina gjølla og fáa rætt lag aftur í landi.

Í minsta lagi 60.000 almenn arbeiðsfólk eru hildin aftur ella suspenderaði í eini útreinsing, sum hevur verið undir altjóða atfinningum. Helmingurin av teimum, ið eru hildin aftur, arbeiða í útbúgvingarøkinum. 

Skúlar og feløg sum eru stongd, eru øll undir illgruna at hava tilknýti til Fethullah Gulen, sambært Anadolu tíðindastovuni. Eisini eru fleiri fakfeløg, universitet og læknastovur niðurløgd, sigur tíðindastovan. 

Amnesty hevur ávarað Turkaland ímóti at leingja handtøkufreistina uttan ákæru, sum áðrenn var fýra dagar.  

    

Kelda: BBC

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður