Heimatíðindi

Enn eitt gott ár hjá Vónini

Enn eitt gott ár hjá Vónini

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2018-05-13 15:48 Author image
Ingi Samuelsen

Trolvirkið Vónin við høvuðssæti í Fuglafirði og stórari deild á vestaru bryggju í Havn, hevði enn eitt gott ár í 2017.

Roknskapurin hjá Pf. Vónini fyri 2017 vísir eitt avlop upp á 23,9 milliónir krónur. Hetta er nakað lakari enn í 2016, tá úrslitið var 24,5 milliónir, men framegis gott í mun til seinastu fimm árini, har úrslitið hevur verið 19,6 milliónir krónur í miðal.

Vónin hevði í fjør eitt bruttoúrslit upp á knappar 70 milliónir krónur. Góðar 41 milliónir vórðu útgoldnar til starvsfólkið, sum var 98 í tali, og 4,5 milliónir goldnar í skatti.

Góða úrslitið gav møguleika at rinda út 9,5 milliónir krónur til eigararnar av felagnum, sum er eitt annað føroyskt partafelag, Pf. Von, ið er eitt ognarfelag, móðurfelag hjá Vónin-samtakinum.

Umframt at eiga Pf. Vónin, eigur Pf. Von eisini feløgini Vónin Refa AS í Finnsnes í Noregi og Vónin Lithuania UAB í Siauliai í Litava, sum høvdu avlop upp á ávikavist 8,5 og 1,3 milliónir krónur í 2017.

Móðirfelagið Pf Von kundi sostatt í fjør vísa fram eitt úrslit í fjør á 29,6 milliónir, sum alt stavar frá vinningi í dótturfeløgum.

Pf. Von er partur av íslendska Hampiðjan samtakinum. Stóra íslendska trolvirkið, Hampiðjan, tók yvir ognarskapin í trolvirkinum Vónini í 2016.

Góða úrslitið hjá Pf. Von hevði við sær, at felagið kundi rinda 10 milliónir krónur í vinningsbýti til íslendsku eigararnar.

Hjalmar Hentza Petersen er stjóri í báðum partafeløgunum, sum eisini hava somu nevnd. Formaður er Hjørtur Valdemar Erlendsson og nevndarlimirnir eru Emil Viðar Eytórsson, Ingi Tórðarson, Klaus Rasmussen og Árni Tór Rasmussen.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tann eg eri og tann eg var

Tann eg eri og tann eg var

Hann hevur vunnið alt, sum vinnast kann. Hann er sum einasti útlendingur blivin tilnevndur til týsku sjónleikaheiðurslønina...

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Seinastu trettan árini hevur Hans Andreasen rikið Glitnir, sum fyri átta árum síðani varð víðkað við Irsh Pub við Skálatrøð...

Meira langlesnaður