Heimatíðindi

Sektin enn ikki ásett fyri brot á Ramsarkunngerðina

Føroya Rættur (Mynd: Google.maps.com)

Føroya Rættur (Mynd: Google.maps.com)

2019-03-13 15:18 Author image
Turið Justinussen

Ákæruvaldið fer innan 14 dagar at viðgera málið um teir átta vatnskutararnar, sum 20. juli í fjør, eftir øllum at døma brutu Ramsarkunngerðina, tá teir sigldu ov nær víkini í Nólsoy

Í kunngerðin frá 2017 um sigling kring ramsoyggjarnar, Nólsoy, Skúvoy, Mykines, stendur, at frá 15. apríl til 31. august er bannað at sigla við vatnskutara nærri enn 500 metrar úr landi kring hesar ramsoyggjar til tess at verja fuglin á staðnum. 

Á sumri í fjør tók løgreglan átta persónar fyri brot á hesa kunngerð. Málið varð skrivað og latið ákæruvaldinunum, men enn er eingin avgerð tikin.

Rætturin skal áseta sektina
Ramsarunngerðin tilskilar, at brot á hana verður revsað við sekt, men hendan sekt er enn ikki ásett, tí Føroya Rættur hevur áður ikki follið dóm í slíkum rættarmálum, og ramsarkunngerðin hevur sostatt enn ikki staðið sína roynd viðvíkjandi revsing fyri at bróta hana.

- Rættargangslógin hevur enn onga leiðbeining ella fastan rættarsið hesum viðvíkjandi, tí hetta er eftir øllum at døma fyrsta rættarmál av sínum slag, sigur Linda Hesselberg, almennur ákæri, í samrøðu við Dimmalætting og leggur afturat:

- Ikki fyrr enn rætturin hevur ásett eina sekt, hevur ákæruvaldið heimild til at avgreiða slík mál við sekt, uttan mun til, um persónarnir játta seg sekar. Eru prógvini nóg mikil at reisa ákæru, skal málið tí leggjast fyri rættin til avgerðar. 

Linda Hesselberg upplýsir at próvtilfarið millum annað fevnir um privatar upptøkur.

Hon letur frætta, at ákæruvaldið hevur úr at gera við millum annað at avgreiða harðskapsmál og onnur mál, men at ramsarmálið nú liggur sum eitt skundmál, og avgerð væntandi verður tikin innan 14 dagar.

[object Object]

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður