Endurnýtslan av burturkasti nógv økt

Mynd: Sigmund Vang

Endurnýtslan av burturkasti nógv økt

2017-11-23 14:33 Author image
Emil Jacobsen

Umhvørvisstovan skrivar á síni heimasíðu, at innsavnað burturkast frá húsarhaldum, stovnum, fyritøkum o.ø. í Føroyum verður antin brent, tyrvt, endurnýtt, ella bólkað sum serliga dálkandi, og sent av landinum til serliga viðgerð.

Umhvørvisstovan hevur gjørt upp, hvussu nógv burturkast er ávikavist brent, tyrvt, endurnýtt ella sent til serliga viðgerð uttanlands. Uppgerðin er fyri árini 2012 til 2016, og vísir, at samlaða nøgdin av burturkasti er økt frá umleið 44.000 tonsum í 2012 til umleið 52.000 tons í 2016. Hetta svarar til eina øking upp á 18 prosent ella umleið 8.000 tons. 

Hóast burturkastnøgdin er økt hesi árini, sæst eisini, at meiri burturkast verður skilt frá til endurnýtslu. Uppgerðin vísir, at nøgdin av burturkasti, ið verður endurnýtt, er økt lutfalsliga mest, frá umleið 6.000 tonsum í 2012 til umleið 8.500 tons í 2016, ið svarar til eina øking upp á leið 40 prosent. Til samanberingar kann nevnast, at nøgdin, ið er brend, er økt við umleið 10 prosentum og serliga dálkandi burturkast er økt við umleið 4 prosentum. 

Útgreinað hagtøl fyri burturkast kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni, www.us.fo

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen
”Den er helt gal med Anna”

”Den er helt gal med Anna”

Tá Anna arbeiddi sum fangavørður, varð hon mett sterk og óttaleys. Men í loyndum stríddist hon við álvarsama strongd

Author image Marita á Rógvi

Meira langlesnaður