Fyrsta EM runda í hondbólti spælast í Føroyum

2016-07-19 14:19 Author image
Alda Nielsdóttir

- Vit fara heilt sikkurt at taka av. 

Tað sigur Ári Rouch, samskipari í Hondbóltsambandi Føroya. Føroyar, Grikkaland og Kypros skulu spæla eina undankapping um at koma við í bólkaspæli til EM undanspælið. Liðini vórðu samd um at dystinir skuldu spælast á einum stað, yvir eitt vikuskifti, og nú er greitt, at dystinir skulu spælast í Føroyum. 

Føroyar vann nemliga fyrsta rætt at hýsa kappingini fyri hesi trý londini, og Ári Rouch sigur, at HSF fer heilt víst at taka av. 

- Vit koma at spæla ein dyst ímóti hvørjum øðrum frá 13.-15. januar, og vinnarin kemur so í bólkaspæli, greiðir Ári Rouch frá. Til bólkaspælið eru tað átta bólkar, og tvey lond úr hvørjum bólki koma so í endaspælið, sum verður í 2020. 

Ári Rouch torir onki at siga um, hvørt føroyingar hava nakran kjans at koma víðari, men hann heldur, at vit kunnu gera ein vørr ímóti Grikkalandi og Kypros. Grikkaland og Kypros hava hinvegin verið við í reguligum landsliðkappingum, meðan føroyska luttøkan hevur verið heldur misjøvn. Føroyar hava ikki verið við í eini landsliðskapping síðani í Kosovo, tá teir vunnu eina menningarkapping. 

- Vit rokna tó við, at tað kann gera veruligan mun at vit vera á heimavølli. 

  

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður