Grøn orka er í brennideplinum, eisini í alivinnuni, og onkrar verkætlanir eru í gongd at menna elriknar alibátar. Men Ólavur Asafsson Olsen, stjóri á KJ, sigur, at hetta ikki er nakað, tey brúka nógva orku upp á. Enn í øllum førum.

– Vit eru komin øgiliga stutt har. Jú, vit arbeiða við onkrum og hava nakrar samstarvsfelagar uttanlands, sum vit kanna onkrar verkætlanir saman við.  Men innanfyri í øllum førum tey næstu árini lata vit onga elrikna tvíkilju úr hondum, staðfestir hann.placeholder