Eldur í hjá Bakkafrost

Eldur í hjá Bakkafrost

2018-01-15 09:05 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Tíðliga í morgun vóru boð send eftir sløkkiliðsbili til Bakkafrost-virkið á Glyvrum. Tá sløkkiliðið kom framat, var tað lukkutíð ikki talan um ógvusligan eld, og sløkkiliðið fekk skjótt tamarhald á honum.

Orsøkin til eldin var, at feitt var savnast í nøkrum rørum, ið síðani vóru blivin sera heit. Rørini trongdu til at blíva reinsaði, men ongin mannagongd er um hvussu ofta rørini skulu reinsast hjá Bakkafrost.

Regin Jacobsen sigur við in.fo, at har kom nógvur roykur og luktur frá eldinum, men onki av tí kom inn á virkið sjálvt. 

Bakkafrost hevur eina umfatandi eldávaringarskipan, so eldurin var snarliga uppdagaður og fráboðaður.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður