Ein ljóðleysur biltúrur undir vindmyllunum

2016-07-05 10:45 Author image
Sigmund Vang

Í sambandi við, at fyrsta støðin varð sett upp í Klaksvík í fjør, vóru vit ein biltúr í einum elbili saman við einum elbilafjeppara. Lesið eitt sindur styttu frásøgnina niðanfyri:

--

Eg seti meg inn í lítla fitta Smart-elbilin hjá Jarðfeingi. Snari lyklinum og seti í gear. Tá eg trýsti á speedaran hoyri eg ……………… nærum einki. Bilurin sníkir seg varliga avstað, og um tað ikki var fyri ljóðið frá dekkunum, sum rulla eftir asfaltinum, hevði tað verið sum at flogið.

Tað eru nakrir dagar síðani, at tað frættist at SEV var farið undir at seta almennar løðistøðir til elbilar upp. Tann fyrsta skal vera í Klaksvík, og tað er skilagott, sigur síðumaðurin hendan biltúrin, Kári Mortensen frá Jarðfeingi.

- Hesin bilurin hjá okkum kann koyra umleið 80 kilometrar upp á eina løðing, so við nýggju støðini, er gjørligt hjá okkum at koyra úr Havn og norður, seta bilin at løða, meðan vit gera okkara arbeiði, og so koyra heim aftur, sigur hann væl nøgdur.


Almenna má ganga á odda

Komnir út á ovara ringveg, trýsti eg speedaran í botn. Bara fyri at vita, hvat hendir. Hevði roknað við, at bilurin fór at krúpa spakuliga upp á 50 km/t, men so er ikki. Hann leypir avstað, og eg má taka ferðina av aftur beinanveg, tí annars er vandi fyri at vit koyra alt ov skjótt.

- Ja, hann hevur fínt upptrekk. Skjótari enn bensin ella dieselbilar í hesari stødd, sigur Kári.

Smartbilurin hjá Jarðfeingi er ein av fáu elbilum her heima. Í løtuni eru bara 13 elbilar skrásetir. Men hevði tað staðið til Kára Mortensen, so vóru nógv fleiri, og serliga hjá tí almenna.

- Tað er upplagt, at bæði kommunur og land ganga á odda, tí verður rætt farið fram, er talan um ein sera umhvørvisvinarligan bil, greiðir hann frá.

SEV framleiðir streym úr vatni vindi og olju. So leingi, sum ein partur verður framleiddur við olju, er vandi - um mann so kann siga – fyri at streymurin, sum verður fyltur í elbilin, kemur frá olju, sum er gjørd um til el. Tað er ikki eitt serliga gott hugskot. Slíkur streymur skal helst ikki brúkast, men sum Kári greiðir frá, so ber til upp á ymsar mátar at tryggja sær, at tann streymurin, sum verður fyltur á bilin, kemur frá vindi og vatni.

- Serliga um náttina framleiðir SEV nógvan grønan streym, so ein máti at økja um áhugan fyri elbilum kundi verið, um tað til dømis var hálvur prísur á streymi til elbilar og aðrar orkuvinarligar ellutir – eitt nú hitapumpur – um náttina, sigur Kári.


Ikki nakað nýtt

Lítli Smart Fortwo ED, sum hann eitur, drønar avstað, og tó at hann er eitt sindur hart avfjarðaður, so er komfortin ikki av leið. Av tí, at hann bert hevur tvey setur, er nóg mikið av plássi til eitt sindur yvir miðallongu beinini hjá bæði undirritaða journalisti og fyrrverandi hondbóltsstjørnuni Kára. Vit tosa eitt sindur um maskulinitet og bilar. Staðfesta, at nógvir menn dáma væl ljóðið og eisini luktin frá bensinmotorum. Í so máta, sita vit ikki í nøkrum ”potens-forleingjara”.

Og tað hevur eisini frá tíðarinnar morni, tá vit tosa um elbilar, verið eitt sindur meira kvinnuligt at koyra elbil. Áðrenn 1912, tá elstartarin til bensin og dielselmotorar varð uppfunnin, skuldu hesir bilar vindast í gongd við kasti, og tað kravdi eina ávísa vøddamegi, umframt at tað kundi vera vandamikið, um kastið sprakk aftur. Nógvir tumlar eru brotnaðir av hesi orsøk, og tað eru eisini søgur um menn, sum hava latið lív, tí teir hava fingið kastið í høvdið. Elbilarnir, sum ikki kravdu annað enn, at tú trýsti á speedaran fyri at fáa hann avstað, vóru tí væl umtóktir av kvinnum. Summir elbila-framleiðarar gjørdu enntá nógv burturúr. Elbilarnir høvdu reytt plúss innan og enntá í sumum førum vasar til avskornar blómur.


Bíligari at koyra við el

Smartbilurin roynist væl. Vit snara niðan ímóti Villingardali og síggja bløðini frá vindmyllulundini hjá SEV í Húsahaga.

- Tað er ein góð kensla at seta seg inn í ein bil, sum koyrir upp á orku, sum er føroysk. Tað gevur satt at siga eitt ”kick”, sigur Kári.

Eg má geva honum rætt. Sjálvt um einki brøl er frá motorinum og tað kanska sær í so praktiskt út, tá tveir trøllvaksnir menn trilla runt í einum lítlum Smart-kassa, sum ikki hoyrist, so er okkurt føroyskt yvir tí. Megin frá vindunum í Húsahaga liggur í 180 kilo tunga battarínum undir okkum, og kann geva okkum eina hámarksferð upp á 120 km/t, um vit høvdu lov til tað.

Smartbilurin koyrir fimm kilometrar upp á ein kilowatttíma. Tað vil siga, at tað við verandi elprísum kostar 40 oyru fyri kilometurin. Ein bileigari, sum koyrir 15 kilometrar upp á liturin av bensini, skal av við 60 oyru fyri hvønn kilometur.

- Men tað skuldi verið nógv bíligari at koyrt upp á el, heldur Kári, serliga í fyrstani.

- Fyri at økja um áhugan fyri elbilum, kundi tað til dømis verið ókeypis at fylt á bilarnar úti á løðistøðunum hjá SEV fyrstu tíðina, og so skuldi tað sum sagt verið hálvur prísur ella so, um mann løddi ávís tíðarskeið á samdøgrinum við hús, leggur hann afturat.

Júst hvussu hetta skuldi kunnað latið seg gjørt í praksis, eigur ikki at verða so torført at finna útav, men tað er greitt, at okkurt slag av tóli má til, sum stýrir løðingini av bilinum heima, so tað bert er bilurin og kanska hitapumpan, sum fær hendan bíliga streymin.

- Og so skuldi tað so ikki verið gjørligt at løtt teir tímar, har elnýtslan er størst – tað vil í hvussu so er siga frá sjey til níggju á morni og fýra til sjey seinnapart, metir Kári Mortensen.


Altíð havt áhuga fyri umhvørvinum

Vit eru aftur uttanfyri Jarðfeingi. Stóra húsið í Hoyvík verður hitað við jarðorku. Fleiri borihol eru runt um húsið, sum ikki brúkar olju til upphiting. Kári Mortensen var ein av teimum, sum tók stig til, at Jarðfeingi fekk hesa skipan. Kári sjálvur býr niðri í Havnini, og eisini tey húsini verða hitað við jarðorku. Tá eg spyrji hann, um hann altíð hevur verið áhugaður í umhvørvinum og umhvørvisvinarligum loysnum, er svarið greitt:

- Ja, hesin áhugin kom, tá eg var heilt ungur og hevur fylgt mær síðani. Í flestu førum er talan um sunna fornugt, so hví ikki brúka hana, sigur hann, meðan hann rættir hondina niður í lumman eftir fartelefonini.

- Kennir tú SEV-appina, spyr hann.

Eg játti.

- Hygg, beint nú framleiðir SEV 80 prosent av streyminum úr vatni og vindi, meðan 20 prosent verður framleiddur við at brenna olju. Tað merkir, at nú vit seta bilin at løða, so er 80 prosent av orkuni, sum fer í battaríini føroysk, sigur hann við einum brosi.

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður