Uttanlands

Eitt uppercut til feminismuna

mynd: Shutterstock

mynd: Shutterstock

2019-04-01 15:49 Author image
Hergeir Staksberg

Modernaðir feministar hava mist sambandið við veruleikan. Tað sigur Jordan Peterson professari, sum er farin í kríggj í móti modernaðu feminismuni og politiskari korrektheit. 

Ja, mann kann saktans vera professari í sálarfrøði og hava status sum ein rokkstjørna. Tað hevur Jordan Peterson prógvað seinastu árini. Hann er bæði hataður og elskaður. Fyri summi er hann ein hetja, meðan onnur halda hann vera ein kaldan og kyniskan fasist. Líkamikið, um mann er fyri ella ímóti, so hevur hann rakt eina nerv í kjakinum um javnstøðu millum kynini.

[object Object]
(mynd: jordanpeterson.com)

Feminisma gevur eina skeiva mynd av veruleikanum

Heilt stutt kann mann siga, at feministar stríðast fyri kvinnurættindum. Fyrr var eitt høvuðsmál innan kvinnurættindi, at kvinnur skuldu fáa atkvøðurætt. Ídag er eitt høvuðsmál hjá modernaðu feministunum, at kvinnur skulu hava somu løn sum mannfólk. So er tað spurningurin: Hví fáa menn meir í løn?

Sambært Jordan Peterson er talan er um ein greiðan minniluta av monnum, tá mann tosar um høgar inntøkur. At ein stjóri ella leiðari fær omanfyri eina millión um árið merkir ikki, at øll mannfólk forvinna eina millión um árið. Tískil er tað beinleiðis skeivt at tveita øll mannfólk í sama pott sum stjórar og leiðarar. Tað gevur eina skeiva mynd av veruleikanum.

Jordan Peterson nevnir eisini, at menn arbeiða meir enn kvinnur. Teir hava vandamiklari størv, arbeiða meir uttandura og flyta oftari í arbeiðsørindum. Tað eru fleiri menn innan kunningartøkni, alisfrøði, lívfrøði og íverksetan. Vinnur, sum kasta nógvar pengar av sær, so tá alt kemur til alt, so er tað ikki kynið sum er avgerandi fyri fyri lønina.

Sambært Jordan Peterson er heimurin ikki so svart hvítur sum feministar vilja vera við. Tað snýr aðrar faktorar enn stjóra- og leiðarastørv. Og stjórar og leiðarar við høgari løn umboða ein minniluta- ikki ein meiriluta.

[object Object]

(mynd: jordanpeterson.com)


Vit liva í einum mansdomineraðum samfelag

Eitt afturvendandi hugtak í samband við modernaða feminismu er patriarkiið. Tað merkir í stuttum, at vit liva í einum mansdomineraðum samfelag, har kvinnur ikki eru javntstillaðar við mannfólk. Men hetta samsvarar ikki við veruleikan hjá Jordan Peterson. Hann nevnir sum dømi, at flest fangar eru mannfólk. Flest heimleys eru menn. Flest menn hava verið úti fyri harðskapi. Menn gera flest sjálvmorð. Mannfólk klára seg verri í skúlanum. Flest mannfólk doyggja í samband við kríggj, so um vit liva í einum mansdomineraðum samfelag sum kúgar kvinnuna, hví hava vit so hesi hagtølini?


"Feministar hava til vana at taka støði í nøkrum heilt fáum priviligeraðum monnum, sum so skulu umboða øll mannfólk og allan samfelagsstrukturin í vesturheiminum. Hetta er ein nakað, sum fólk góðtaka sum fakta. Er vesturheimurin eitt mansdominerað patriarki? Nei. Svarið er nei. Tað passar ikki [...] um tú skalt hava ein rørleggjara at orna hitan hjá tær, so er tað tí, hann hevur førleikarnir til tað. Tað er ikki tí, at rørleggjarin er ein tyraniskur patriarkur, sum noyðir teg at velja hann til uppgávuna. Tað eru hansara førleikar sum eru avgerðandi. Tað snýr seg ikki um kyn men førleikar".

- Jordan Peterson í samrøðu við Helen Lewis frá British GQ

Hvat heldur tú? Vit vilja fegin hoyra tína meining. Hevur Jordan Peterson fatur í onkrum, ella hevur hann kanska misskilt feminismuna?

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður