Heimatíðindi

Einki gullnám at tappa kelduvatn úr bergholinum

Einki gullnám at tappa kelduvatn úr bergholinum
2018-05-14 16:15 Author image
Ingi Samuelsen

Lopransfólk vinna ikki milliónir av reina og klára vatninum, sum kemur úr kelduni í bergholinum millum Lopra og Sumba.

Roknskapurin fyri Spf. Kirvi, sum vinnur vatn úr tunnlinum og tappar tað í bæði fløskur og størri dunkar at seta í automatir, vísir eitt lítið hall í 2017 á 64.000 krónur.

- Felagið hevur gjørt íløgur og tillagingar seinastu árini, soleiðis at raksturin er vorðin meira lønsamur, skrivar leiðslan í ársfrágreiðingini og upplýsir í sama andadrátti, at hon væntar yvirskot í rakstrinum komandi árini.

Eftir fleiri ár við halli í rakstrinum, fekk Spf. Kirvi, sum heldur til á havnarlagnum í Lopra, avlop í 2015 og 2016 á ávikavist 198.000 og 156.000 krónur, men í fjør gjørdist niðjasta linja aftur reyð.

Grannskoðarin hjá felagnum setur tí síni fyrivarni í ársfrágreiðingina: ”Felagið hevur skert gjaldføri og stóra lániskuld, men felagið hevur við framdum tillagingum og íløgum tryggjað lønsemi í rakstrinum, hóast eitt lítið hall í 2017. Framhaldandi rakstur er treytaður av lønsemi í rakstri, og at felagið hevur avtalur við verandi lángevarar og ognarar, og metir leiðslan at hesar treytir eru uppfyltar. Ársroknskapurin er tí uppsettur við framhaldandi rakstri fyri eyga.“

Spf Kirvi hevði í 2017 ein bruttovinning upp á 624.000 krónur, men ein lutfalsliga stór avskriving upp á 250.000 krónur førdi til, at botnlinjan kom á minus eftir at skattur (13.000 krónur) og starvsfólkalønir (282.000 krónur) umframt fíggjarligar útreiðslur vóru goldnar.

Stjóri og nevndarformaður í Spf. Kirvi er Hallur Fríði Augustinussen. Hinir nevndarlimirnir eru Jacob Peter Symphor Kjærbæk, Niclas Rasmussen, stjóri í Landshandlinum og William Calder úr Schrabster í Skotlandi. Spf 19.06.2009 eigur 80 prosent av felagnum, meðan Landshandilin eigur 20 prosent.

Kirvi er ikki einasta fyritøka, ið tappar vatn úr Sumbiarbergholinum við víðarisølu fyri eygað. Eitt annað felag, Aurora Water, tappar eisini vatnið í dunkar at seta á vatnkølingsautomatir.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður