Eingin kappróður í 2020

2020-04-20 22:57 Author image
Sveinur Tróndarson

Tað verður eingin FM-kappróður í summar. 

Tað hevur Róðrarsamband Føroya kunnað kappróðrarfeløgini um í kvøld, skrivar Róðrarsambandið á heimasíðu síni.

Róðrarsamband Føroya gjørdi saman við kappróðrarfeløgunum eitt uppskot um, hvussu venjingin kundi skipast, og hvussu kappróðurin kundi avgreiðast sambært tilmælunum frá myndugleikunum um smittufyribyring, men nú koronaráðgevingin hevur mett um uppskotið, metir hon ikki, at tað er møguligt at rógva kapp á tryggan hátt út frá einum heilsufrøðiligum sjónarmiði, stendur at lesa á heimasíðuni hjá RSF.

- Fjarstøðan millum bekkirnar er ov stutt og andingin hjá rógvarunum av góðum grundum stór og kraftmikil. Hetta hevur við sær, at eitt felags útandingssirm vil liggja um bátarnar, so allir rógvararnir eru í smittuvanda, skrivar Róðrarsambandið.

Tí metir koronaráðgevingin ikki, at møguligt er fyri verndarátøkum, so sum maskum og handskum, og tí mælir ráðgevingin frá at rógva kapp í ár.

Hetta hevur so eisini við sær, at RSF mælir feløgunum frá at lata rógvararnar venja í bátum.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður