Heimatíðindi

Eingin hjálp at heinta

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2020-05-19 08:03 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Sjálvstøðug vinnurekandi, sum ikki fáa víst á vunnan rætt til inntøku, missa rættin til ískoytisstuðul úr koronaskipanini hjá ALS.

Fyrsta treytin fyri at fáa ískoytisstuðul úr koronaskipanini er, at umsøkjarin hevur havt rætt til eina inntøku í tíðarskeiðinum 1. januar til 12. mars. Tað er ikki neyðugt at hava fingið løn útgoldna, men rætturin til inntøku má vera til staðar. Tað kann til dømis vera, at umsøkjarin hevur verið til arbeiðis, men hevur ikki fingið lønina útgoldna, ella at umsøkjarin hevði ein setanarsáttmála við arbeiðsgevara, men ikki slapp til arbeiðis, soleiðis sum støðan gjørdist.

 
Fyri sjálvstøðug vinnurekandi verður hugt eftir skattskyldugari inntøku seinasta árið og avlopinum, b-inntøkuni. Útfrá hesum tølunum verður inntøkan umroknað til eina miðal vikuløn, sum hesi hava rætt til í stuðli, og um tey hava rætt til stuðul. Hetta er ein ítøkilig meting.

- Tað ræður um at fáa staðfest rættin í inntøkutíðarskeiðinum, og um viðkomandi hevur vunnið rætt til inntøku ella ikki, sigur Magni á Deild Olsen, stjóri í ALS.

Avmarkingin, sum kom í gildi 20. apríl er ætlað so, at eingin fær meira útgoldið, enn tey hava vunnið sær rætt til.

Umleið 120 umsøkjarar hava fingið boð um at koma við upplýsingum um tey hava vunnar inntøkur, sum ALS ikki veit um. Hetta eru fólk, sum ikki hava fingið løn útgoldna 10 tær fyrstu vikurnar í árinum. Nøkur av hesum hava longu fingið stuðul útgoldnan áðrenn avmarkingin kom í gildi og kunnu vænta at rinda ALS upphæddina aftur.

- Tað er serliga í ferðavinnuni at hetta kann gerast eitt sindur trupult. Tað eru fleiri, sum síðani oktober hava arbeitt við at menna tilboð til í summar og har alt nú fer á gólvið, sigur Magni á Deild Olsen.  

Tí hevur ALS nú biðið hesi boða frá, um upplýsingarnar, sum ALS hevur fingið frá TAKS eru rættar og um nøkur vunnin rættindi eru, sum ikki eru tald við. Stjórin í ALS vísir á, at nógvu ókendu støðurnar í hesum gera tað trupult at gera greiðar reglar á økinum.

Undir øllum umstøðum eru reglurnar tær, at tað ikki ber til at fáa útgoldið meira í stuðli um vikuna, enn miðal inntøkan hevur verið seinasta árið. Um umsøkjarin kann vísa á eina skattskylduga inntøku, eina b-inntøku frá í fjør, so verður hon tikin við í ítøkiligu málviðgerðini.

- Tað er tíverri hugsandi, at tað eru fólk, sum ikki hava vunnið sær rætt til nakra inntøku og sum tí missa rættin eftir teimum reglunum, sum komu í gildi 20. apríl, sigur Magni á Deild Olsen at enda.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður