Mentan

Ein tíðarhóskandi Føroyingasøga

2018-11-19 13:16 Author image
Turið Justinussen

Bókin, Føroyingasøga – ein øðrvísi søga um Norðurlond, ið Kim Frøslev Frandsen hevur skrivað, verður útgivin í Føroyum tann 15. desembur

Føroyingasøgan er elsta søga føroyinganna og telist millum tær týdningarmestu íslendsku søgurnar. Kim Frøslev Frandsen, ið er útbúgvin cand.mag. og undirvísir í søgu og ítrótti á Gammel Hellerup Gymnasium í Hellerup í Danmark, útgevur í næstum eina tíðarhóskandi útgávu av Føroyingasøguni.

Kim Frandsen kom fyrst til Føroyar sum lesandi í 1980 og bleiv sera væl móttikin. Síðani kom hann aftur í 1985, har hann starvaðist sum venjari hjá fyrsta liðnum í fótbólti í Klaksvík, KÍ. Tað var her, áhugin til Føroyingasøguna varð kveiktur:

- Vegna KÍ, gav ein vinmaður í felagnum mær Føroyingasøguna, C. C. Rafn Færeyínga saga (1832). Hon var skrivað á gomlum, torskildum norrønum máli. Eg lærdi meg tískil fornaldardanskt og havi arbeitt við hesi verkætlan heilt til nú, sigur Kim Frandsen.

Ein nýggj norðurlendsk søga
Íslendingasøgur eru mentanarligir dýrgripir, ið binda norðurlendsku tjóðirnar saman og framvegis hava ein boðskap at bera okkum:

- Høvdu vit ikki tey íslendsku skøldini og søguskrivararnar, var tann mentanin og søgan, sum knýtir Norðurlond saman í dag, munandi minni, sigur høvundurin, Kim Frandsen í frágreiðandi viðmerking til bók hansara.

Bókin kemur út í tveimum bindum. Tað fyrsta er ein innleiðing til fornsøguna við denti á íslendskan skald- og søgusið og tí nýggjastu tvørfakligu granskingina. Seinna bindið rúmar sjálva Føroyingasøguna. Bókin er ein heildargerð, sum skoðar miðøldina í Norðurlondum út frá einum nýggjum sjónarhornið:

- Norðurlond fáa eina heilt nýggja søgu. Hon er fyri fyrstu ferð fortald út frá einum føroyskum og íslendskum sjónarhorni, sigur Kim Frandsen.                       

Leggur upp til nýggjar og øðrvísi tulkingar
Kim Frandsen hevur umskrivað Føroyingasøguna á nútíðar donskum máli og lagað hana til samtíðina.

- Føroyingasøga er ein íslendsk søga og eindømi, sum í dag kann siga okkum eina rúgvu um, hví og hvussu tey søgdu frá og skrivaðu søgur í Íslandi í 1200-árunum, sigur Kim Frandsen í frágreiðingini og leggur afturat:

- Tað, at Føroyingasøga, sum í sjálvum sær er ein frágerða og áhugaverd søga, nú er lisin inn í samtíðarinnar søgu, gevur okkum eina heilt øðrvísi frásøgn enn hana, sum annars verður søgd um Norðurlond í 1100- og 1200-árunum.

Í hesum sambandi, nevnir Kim Frandsen, Sverris-søgu, ið snýr seg um ein tann kendasta miðaldarkongin í Noregi, Sverra Sigurðsson (føddur í áleið ár 1150 og deyður í ár 1202):

- Søgan er skrivað av tí íslendska benediktinara abbatinum, Karl Jónsson í Þingeyra-kleystrinum í útnyrðings Íslandi, meðan Sverri kongur "sjálvur sat hjá og segði, hvat skuldi skrivast."

Kim Frandsen heldur, at vit í dag høvdu nevnt Karl abbata fyri eitt slag av spindoktara, og at ein tíðarhóskandi útgáva gevur okkum møguleikan at tulka søguligu tilburðirnir og høvuðspersónarnar øðrvísi enn soleiðis, vit kenna teir úr teimum mongu úr keldunum úr víkingatíð og miðøld, millum annað lóggávu, pávabrøvum, annálum og øðrum. 

Føroysk staðar- og persónsfornøvn
Andras Mortensen, ið útbúgvin cand.mag. í søgu og latíni og Ph.D. í mentanarsøgu frá Fróðskaparsetri Føroya, hevur hjálpt Kim Frandsen við føroysku rættskrivingini í samband við staðar- og persónsfornøvn og tær frágreiðandi viðmerkingarnar til bókina:

- Hann segði við meg: "Kim, tú gert ikki tað, at tú gert eina Føroyingasøgu í Danmark uttan at tey føroysku nøvnini eru føroysk." sigur Kim Frandsen, ið er takksamur fyri hjálpina, Andreas Mortensen hevur veitt honum. 

Myndir frá "fótafetum Føroyingasøgunnar"
- Tann danski-íslendski listamaðurin Ólafur Elíasson, ið eg kenni eitt sindur, helt at eg átti at hitt mæta íslendska myndatakaran Einar Ingólfsson, sigur Kim Frandsen.

Einar Ingólfsson hevur, umframt at myndprýða bókina við litmyndum úr Íslandi, ferðast “í fótafetum Føroyingasøgunnar” runt Føroyar í egnum bili og tikið myndir til bókina.

Bókin kemur út 15. desembur og verður seinni eisini útgivin í Danmark, Íslandi og í Norra.                                     

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður