Mentan

Ein stór bamsa proppað við sál

2018-07-08 13:00 Author image
Ingi Samuelsen

G!Festivalurin verður longdur við einum degi í ár. Hetta tí at størsta navnið av øllum á festivalinum hesaferð ikki kann vera við um vikuskiftið, men heldur sína konsert á Gøtusandi longu mikukvøldið.

Um mikukvøldið verður ein partur av festivalinum, ella bert eitt undanball til árligu veitsluna, fáa vit at síggja.

Men helst verður konsertin mikukvøldið hæddarpunktið fyri nógvar av gestunum á G! í ár.

Rag’n’Bone Man, hvørs borgarliga navn er Rory Charles Graham, er stórur, bæði heima í Bretlandi og um tað mesta av heiminum, hóast hann bert er 33 ára gamal.

Í kropsligum vavi er hann eisini stórur – 196 sentimetrar høgur, og vektina kunnu vit einans gita okkum til.

Tað sigst, at hóast støddina, og kanska ræðandi útsjóndina við skeggi, nasaringi, og blekkingum heilt upp á andlitið, so er talan um eina bleyta bamsu í fleiri týdningum.

Fullur av sál er hann, í hvussu so er í sínum sangum, hóast onkur hevur sagt, at ein ikki fyllist við sál, bara við at blekkja s-o-u-l á knúgvarnar.

Hugsi her um tann so ofta neiliga ummælaran hjá danska Ekstrabladet, Thomas Treo, sum – í mótsetning til flest aðrar danskar miðlar – ikki hevði nakað gott at siga um konsertina, sum Rag’n’Bone Man helt á Heartland-festivalinum á Fjóni fyrst í juni mánaði.

Í síni útspilling av framførðsluni kallaði hann Rag’n’Boone Man háðandi fyri ”Adele med fuldskæg og tatoos”, og eitt sindur rætt rakar hesin góði Treo kortini við hesi myndini, hóast tað tað ikki nýtist at vera fatað neiligt.

Í sangkynstri tykist Rag’n’Bone Man at vera mannliga bretska svarið upp á júst Adele. Djúpa bariton-røddin røkkur eisini høgum hæddum, og harafturat sigst Rag’n’Bone Man eisini at vera ein góður rappari.

Higartil hevur hann bert útgivið eina fulla útgávu, fløguna ”Human” frá 2017, við stóru heimshittunum av sama navni og so ”Skin”. Undan hesi útgávuni, gav hann nakrar fløgur, ið meira verða mettar sum víðkaðar EP’ir.

 

Tann fyrsta útgávan, Bluestown, kom í 2012, og her hoyrist týðuliga hvaðani musikalska rótin er fest. Í gamla bluestónleikinum.

Tað hoyrist eitt nú á lagnum ”Tell’em Like it is”

Vit hoyra gamla amerikanska delta blues sangaran og guittaristin Son House í byrjanini og endanum av sanginum. Hann er týðuliga íblásturin hjá Rag’n’Bone Man, saman við Muddy Waters og øðrum:

 

Á seinni útgávum hevur Rag’n’Bone Man ment seg til at vera nakað meira soul, enn hann er blues.

Rag’n’Bone Man fekk sína stóru viðurkenning, tá hann á Brit Awards í 2017 vann bæði heitini, har hann var tilnevndur í, ”British Breakthrough Act” og ”Critics’ Choise Award”. Í ár fekk hann tríggjar tilnevningar til Brit Awards, men vann bert ta einu, ”British Single of the Year” fyri ”Human”.

Rag’n’Bone Man merkir ein maður, ið savnar inn rusk og burturkast. Varð brúkt um fátæk fólk í farnum tíðum, sum livdu av at savna brúkilig ting og kloddar og selja tað víðari. Rory hevur listanavnið navnið frá eini enskari sjónvarpsskemtirøð, ”Steptoe and Son”, sum hann plagdi at hyggja at sum smádrongur saman við abbanum, sigst.

 

Ein forsmakkur um, hvat ein kann vænta á Gøtusandi mikukvøldið kann upplivast á hesi konsertini í Victoria Warehouse í Manchester, ið varð hildin í sambandi við Allahalgannaaftan (Halloween) í fjør:

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður