Heimatíðindi

Ein skúladagur í NGK

Femja og Angela vísa Magna Høgnesen, altjóða samskipara, og Mariu Gregersen, lestrarvegleiðara, runt í lestrarbýnum í Gribskov. Verkætlanin krevur gott samstarv millum skúlar og lærarar, tí nógvar lærugreinar skulu tey hava í øllum teim fýra londunum. Allir lærararnir, sum eru knýttir at flokkinum, vóru tí saman til ráðleggingardagar í heyst

Femja og Angela vísa Magna Høgnesen, altjóða samskipara, og Mariu Gregersen, lestrarvegleiðara, runt í lestrarbýnum í Gribskov. Verkætlanin krevur gott samstarv millum skúlar og lærarar, tí nógvar lærugreinar skulu tey hava í øllum teim fýra londunum. Allir lærararnir, sum eru knýttir at flokkinum, vóru tí saman til ráðleggingardagar í heyst

2020-02-20 16:15 Author image
Angela Djurhuus og Femja Poulsen

 

Vegaskeltið stendur klárt og týðiligt við vegkantin og vísir, hvaðar vit eru komin: Helsinge. Tá vit hava koyrt eitt sindur inn í býin, koma vit fram á nakrar stórar, bláar og grønar bókstavir, ið siga Gribskov Gymnasium. Hetta er miðnámsskúlin, har næmingarnir í norðuratlantiska studentaflokkinum skulu ganga fyrsta árið.

Fyrsta uppgávan verður at fáa viðføri inn í tær nýggju lestraríbúðirnar við útsýni yvir skúlan. Tað er longu rok í sokallaða studiebýnum. Komandi floksfelagar ganga og mala uttanfyri, leita eftir íbúðum, dragsa viðføri og pakka út. Nógv ymisk mál hoyrast, okkurt skilur mann, okkurt ljóðar hálvavegna kent, og okkurt annað skilir man als ikki. Alt er ein meldur hesar fyrstu dagarnar í studiebýnum.

Vit royna sum frægast at samskifta okkara millum. Móðurmálið má goymast burtur í eina tíð hjá nógvum okkara. Hetta megna summi betur enn onnur, og vit læra øll skjótt eitt sindur um tolsemi. Hóast vit í ein vissan mun mugu goyma móðurmálini burtur, verða mentanirnar eftir. Tær hava vit eisini við í tímunum, og bæði lærarar og næmingar eru áhugað í okkara ymiskleika og okkara líkleika.

Tá ein flytur burtur frá føðilandinum, er tað sum, at tjóðskaparkenslan veruliga trokar seg fram. Tað er ein eyka stoltleiki, og øll eru líka íðin eftir at reypa um sítt vakra land. Hetta er eitt serligt høvi at síggja 30 næmigar úr fýra ymiskum londum og uppliva hesar ymisku mentanirnar renna saman í ein flokk.

 

Ein flokkur, nógv lond

Flokkurin verður nevndur NGK, Nordatlantisk-Gymnasie-Klasse. Í NGK eru ung úr fýra ymiskum londum. Vit eru úr Danmark, Íslandi, Føroyum og Grønlandi. Tað eru fimm danir, átta íslendingar, 15 grønlendingar og tveir føroyingar.

Tey næstu trý árini fara næmingarnir í NGK at ganga í miðnámsskúla í fýra Norðurlondum. Fyrsta árið eru vit í Gribskov Gymnasium í Danmark, annað árið eru vit í Miðnámi á Kambsdali og í Verzlunarskóla Íslands í Reykjavík. Tað síðsta árið taka vit á GUX Sisimiut í Grønlandi.

Bara tveir føroyingar høvdu meldað seg til fyrsta NGK-flokkin. Tvær 16 ára gamlar gentur, onnur úr Kollafirði og hin úr Tórshavn. Vit eita Angela Djurhuus og Femja Poulsen, og longu nú sum 16 ára gamlar eru vit fluttar heimanífrá, búgva fyri okkum sjálvar og gjalda leigu eins og fleiri vaksin. Men vit eru ikki bara fluttar til eitt annað heim, vit eru faktisk fluttar til trý ymisk lond.

 

Sum ein djóragarður

Okkara skúladagur líkist vanliga skúladegnum hjá ”vanligu” flokkunum her í skúlanum. Vit hava fríkorter og matarsteðg saman við hinum, og vit fáa frí saman við hinum.

Inni í skúlastovuni hjá okkum er tó ikki sum hjá øllum øðrum. Her verður nógv prátað um mentan og mál. Her verður tilfarið tillagað, soleiðis at allir næmingarnir fáa okkurt burturúr, og lærarar taka fyrilit fyri okkara ymiskleika, soleiðis at øll hava okkurt at siga.

Vit kunnu taka ein dansktíma sum dømi. Í løtuni arbeiða vit við einari íslendskari saga. Í søguni eru nógv staðarnøvn, og íslendingarnir vita beinanvegin, hvar vit eru stødd. Fyri hini eru nøvnini torfør, og tað krevur venjing at duga at úttala tey. Onkuntíð tá lærarin sigur okkurt navn, flenna íslendingarnir. Teir siga henni, hvussu navnið skal úttalast í veruleikanum, og á hendan hátt eru tað bæði lærari og næmingar, ið læra okkurt.

Okkara flokkur er eisini øðrvísi á tann hátt, at fleiri fólk vísa áhuga fyri okkum. Vit eru blivin kallað ein djóragarður, tí tað eru so nógv blaðfólk og myndafólk, ið vilja eygleiða, meðan vit hava undirvísing. Tey taka myndir, spyrja spurningar og gera onkra samrøðu. Hetta uppmerksemið síggja vit eisini aftur, tá ið vit ganga á gongunum í skúlanum. Tað er, sum eitt spottljós alla tíðina er á okkum.

Nú hava vit gingið í flokkinum í meira enn eitt hálvt ár. Vit kennast væl, og vit hava vant okkum við nógv av tí, sum tyktist so fremmant og øðrvísi í fyrstuni. Fyri at geva tykkum eitt innlit í fleirtjóðaða lívið her, hava vit spurt tríggjar av okkara floksfeløgunum, hvat tey halda um NGK.

[object Object]

Fyri stuttum vóru Femja Poulsen og Angela Djurhuus í Føroyum og kunnaðu um Norðuratlantiska studentaflokkin. NGK-næmingar fáa sítt egna móðurmál upp á A-stig, og vanliga hava tær báðar føroyskt á Skype. Í løtuni lesa tær krimiskaldsøguna Deydningar dansa á Sandi, sum m.a. snýr seg um Læknastríðið. Á túrinum í Føroyum vóru tær tí eisini í Norðoya Fornminnissavni, har savnsvørðurin greiddi teimum frá um læknastríðið, og í Christianskirkjuni, har serstøku, rundu listaverkini hjá Edwardi Fuglø hanga

 

Mika úr Grønlandi

Teir allar flestu næmingarnir í flokkinum búgva í serliga studiebýnum beint við skúlan her í Helsinge. Vit báðar fara á gátt hjá Mika Eldevig, 16 ár, úr Grønlandi.

Sum vant hevur hann vitjan av vinmonnunum, og lítla íbúðin angar av frukt og berum. Mika setur seg væl til rættis í einum stóli við einum heitum koppi av fruktte í hondini. Hann vil fegin práta við okkum um, hvussu tað er at ganga her, og vinmenninir vera sitandi og lurta eftir samrøðuni.

Hvat hevur verið tað besta við NGK higartil?

– Tað besta við NGK er, hvussu spennandi og nýtt alt er. Eg havi møtt nógvum áhugaverdum fólkum – tey mest spennandi eru faktiskt úr Føroyum.

Hann hyggur uppá vinmenninir og flennir.

– Nei, øll møgulig menniskju frá øllum teimum norðuratlantisku londunum. Í fyrstani vóru vit øll eitt sindur nervøs og smæðin, men vit eru jú øll í somu støðu, og tað gekk ikki lang tíð, áðrenn vit øll gjørdust allarbestu vinir í øllum heiminum, allur flokkurin. Nú eru vit jú ein serligur flokkur, har vit øll hava tað til felags, at vit gera nakað øðrvísi, okkurt, sum eingin annar hevur roynt fyrr.

Hvat er tað torførasta við NGK?

– Eg kann ikki koma í tankar um nakað, ið hevur verið torført. Um tað skuldi verið nakað, so kanska bara tað at búgva einsamallur. Tað er sjálvandi tann størsta broytingin, sigur hann við einum løttum tóna, meðan hann rørir runt í tenum.

– Fyri summi er tað kanska avbjóðandi at flyta til Danmarkar, at flyta heimanífrá og búgva einsamallur í einum umhvørvi, sum man ikki er vanur við. Men tað er ikki so øðiligt, haldi eg.

Kanst tú lýsa ein dag hjá tær í Helsinge?

– Eg vakni klokkan hálvgum átta, eti morgunmat, busti tenn og geri meg kláran at fara í skúla klokkan átta. Teir flestu dagarnir fáa vit frí klokkan tvey ella fýra. Seinnapartin kann eg rudda ella gera skúlating ella bara slappa av. Onkuntíð hyggi eg at filmi saman við vinfólkum, og tá tað er gott veður, spæla vit fótbólt, men nú er tað langt síðan, at vit høvdu gott veður.

Vanliga keypi eg inn í Netto, og túrurin yvir í Netto kann eisini vera nokk so hugnaligur, at heilsa upp á kettuna, sum altíð er uttan fyri Netto og at keypa inn uttan at brúka ov nógvar pengar. Síðan geri eg sjálvur døgurða, og eg royni at hava alt so umhvørvisvinarligt, fantastiskt – og bíligt, sum møguligt. Síðani hyggja vit film um kvøldið. Og eftir midnátt geri eg skúlating, leggur hann smílandi og speiskliga aftrat.

 

Caroline úr Danmark

Spurd hvat hon heldur vera tað besta við at hava gingið í NGK higartil, svarar Caroline Villumsen, 19 ár, beinanvegin við einum stórum smíli: samanhaldið í flokkinum.

– Vit eru øll nær knýtt, og sum oftast er gott lag á øllum. Gribskov Gymnasium hevur eisini gjørt meg ovfarna, skúlin hevur verið nógv betri, enn eg helt hann fór at vera. 

Caroline býr heima og hevur langt at koyra aftur og fram í skúla hvønn dag. Annars heldur hon ikki, at tað eru nógvar avbjóðingar við at ganga í NGK.

– Onkuntíð er málið ein avbjóðing, altso ikki málið í heila tikið, men hesi fáu orðini inn í millum, sum nøkur ikki skilja. Men tað jú bara ein lítil trupulleiki.

Hví valdi tú NGK?

– Eg havi altíð verið hugtikin av norðuratlantisku londunum, og eg visti, at um eg ikki søkti, so fór eg at angra tað.

 

[object Object]
Grønlendski Mika, íslendski Valtýr og danska Caroline, sum ganga í Norðuratlantiska flokkinum, og sum Femja og Angela práta við í hesi greinini. Í flokkinum ganga næmingar úr Føroyum, Grønlandi, Íslandi og Danmark. Fyrsta árið ganga tey í Danmark, annað árið í Føroyum og Íslandi og triðja árið í Grønlandi. Hetta er fyrsta verkætlan av hesum slagi, og tí hava nógvir norðurlendskir miðlar víst flokkinum áhuga

Valtýr úr Íslandi

Gribskov Gymnasium skipar á hvørjum ári fyri einum skúlaleiki, og næmingarnir í NGK kundu fara til audition í ár. Valtýr Elliði Einarson, 16 ár, úr Íslandi var við í leikinum og sigur, at leikurin gav honum møguleika at møta eini rúgvu av stuttligum fólkum. Hann viðgongur, at hann ikki hevði so stórar vónir um tað sosiala lívið, áðrenn hann byrjaði.

– Tað er tað, sum hevur yvirraskað meg mest positivt. Vit hava nógvar møguleikar at vera sosial.

Hví valdi tú NGK?

– Eg vildi royna okkurt nýtt og øðrvísi. Vit skulu hava lærugreinarnar Bioteknologi og Arktisk teknologi, og tað ljóðaði orduliga áhugavert og øðrvísi, Tað kundi eg ikki velja í Íslandi. Tað at ferðast og síggja ymsar mentanir er eisini spennandi.

Vit sita í lítlu íbúðini hjá Valtýr, og tá vit spyrja, hvat hevur verið tað torførasta higartil, svarar hann uttan at blunka, at tað eru íbúðirnar.

– Heilt erligt. Mær dámar ikki hesar íbúðirnar. Internetið riggar illa, og tá øll okkara skúlating liggja á netinum, er tað torført at gera nakað til nyttu.

Hann sigur tað í einum løttum tóna, men tað er týðuligt, at vánaliga internetið nervar hann.

– Tað eru eisini ymisk onnur brek. Tá vit fluttu inn, var vaskið leyst, gardinurnar vóru ov stuttar, og vindeygað kundi ikki latast heilt aftur. Vatnhitarin hjá mær riggaði heldur ikki í nakrar vikur, og eg mátti vaska mær hjá einum vinmanni. Tað eru smá ting, men samanlagt var tað øðiliga irriterandi.

Hvussu er samanhaldið í flokkinum?

– Sam-?

Valtýr hyggur forvirraður uppá okkum. Spurningurin verður sjálvandi spurdur á donskum, og hann ivast í orðinum sammenhold.

– Tað orðið kenni eg simpulten ikki.

Vit royna okkum á føroyskum. Samanhald. Hann situr framvegis sum kánus. Samband.

– Á, tað! Ja, tað er sera gott. Øll eru góðir vinir og kenna væl hvønn annan, og tað er heldur ikki nakað innanhýsis stríð. Vit eru nógv blandað, og tað er ikki soleiðis, at fólk frá ymisku londunum bara eru saman við sínum egnu.

Vit báðar siga, at vit úr Føroyum ikki rættiliga hava møguleika at vera ein bólkur. Vit eru jú bara tvær. Vit flenna øll trý.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður