Heimatíðindi

Ein rættur ævintýrari

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-06-08 17:52 Author image
Ingi Samuelsen

Tað var kanska eitt sindur sermerkt at síggja bulmikla, grásprongda og veðurbitna norðmannin fara duffandi saman við eini spinklari teilendskari kvinnu út úr Tórshavnar havn í gjár í eini lítlari plastkajakk uttan at brúka ár, men traðkandi í pedalir sum góvu farinum framdrátt.

Men takið ikki feil av 70 ára gamla Ragnar Thorseth.


(Mynd: Jens Kr. Vang)

Gamaní dugir hann væl at siga frá og dramatisera hendingarnar, hann hevur verið út fyri í upplivingarríka lívi sínum.

Men talan er um ein veruligan ævintýrara, sum í vikuni vitjaði í Føroyum á túri sínum við skútuni ”Havella” til Grønlands at sigla í kajakkini saman við ungu teilendsku konu síni Pen.

Les eisini: Pen eigur lívið í mær – hetta er fyri at takka henni

Róði einsamallur til Hetlands
Ragnar Thorseth gjørdi vart við seg og sítt dirvi og ókúgandi vilja longu í 1969, tá hann bert 21 ára gamal róði sum fyrsti norðmaður einsamallur úr Måløy í Vesturnoregi til Lerwick í Hetlandi.

Túrurin tók hálvtsætta samdøgur og varð gjørdur í einum 14,5 fót longum træbáti, ein ”færing”, sum norðmenn kalla tað. Longu tá hevði Ragnar – ið arbeiddi sum tíðindamaður heima á Vestlandinum – tev fyri at fáa uppmerksemi. Komin á land í Hetlandi, varð hann móttikin av sjálvastu hennara hátign Elisabeth drottning, sum var stødd í Hetlandi í sambandi við 500 árahaldið fyri bretska yvirharradøminum har.

Síðani tá hava ferðirnar verið nógvar. Fyrst í sjeytiárunum sigldi Ragnar og ein vinmaður hansara í lítla bátinum ”Cleng Peerson” – ein ”sjark” - úr Noregi til New York fyri at markera 200 árið fyri at fyrstu norðmenninir fluttu til Amerika. Hetta var eisini fyrstu ferð, hann vitjaði í Føroyum.

Síðani tá hevur hann støðgað her á fleiri merkisverdum túrum.

Eftir ísinum til Norðurpól
Eitt nú í 1984, tá hann hevði latið ein víkingaknørr byggja – ”Saga Siglar” – sum hann sigldi kring knøttin við.

Í 1991 var hann aftur her í víkingaskipi, hesaferð Gaia, eitt kopi av kenda Gokstadskipinum, sum hann sigldi við við í fótasporum Leivs Hepna.

Eitt tað størsta bragdið framdi hann í 1982, tá hann sum fyrsti norðmaður, saman við trimum øðrum, óku seg fram til Norðurpólin á snjóskutara. Ferðin byrjaði í Kanada, og tók 56 dagar. Roald Amundsen var, sum kunnugt, fyrsti norðmaður á Norðurpólinum, men hann tók ferðina loftvegis. Eftir 56 daga túrin til Norðurpólin í 1982, tók Ragnar Thorseth eisini heimferðina loftvegis við flogfarinum, ið hevði veitt teimum mat og útgerð á ferðini.

Ragnar Thorseth var ein mætur maður tá – øll heimspressan skrivaði um hansara avrik, og forsetar, kongalig og statsleiðarar nýttu høvi til at heilsa upp á hann so hvørt sum hann hevði framt enn eitt bragd.

Tað var eisini lætt hjá honum at skaffa fígging til sínar ætlanir og ferðir. Til dømis fortelur Ragnar, at tá hann var á veg heim av ferðini kring heimin við Saga Siglar kundi ringja til Sunnmøre Bank og fáa eitt lán, so hann kundi keypa vakra serbygda íshavstræskipið Havella, sum hann nú var aftur við í Føroyum í vikuni.

- Havella var júst tað, sum vit høvdu tørv á. Eitt skip, bygt til rík ferðafólk, sum ynsktu at sleppa til svalbard at veiða hvítabjørnir.

Og soleiðis byrjaði søgan, har Ragnar Torseth við við konuni Kari og synunum Eirik og Njål, við Havellu sigldu til Svalbard fyri at liggja tað mesta av einum ári fryst fast í einum fjørði á 79. breiddarstigi, har hvítabjarnir vóru dagligir gestir at biðja um mat.

Meira um tað í grein seinni

---

FAKTA:
Nøkur av brøgdunum hjá Ragnar Thorseth:
24.juli-3.august 1969: Róði einsamallur úr Måløy til Hetlands
1971: Ferðaðist kring Norðuríshav, umleið 600 fjórðingar, við 32 fóts bátinum ”Santho”
1975: Brúkti fimm mánaðir á Atlantshavinum umborð á ”Cleng Peerson” eftir somu leið, sum tey, ið funnu Vínland. Ein túrur á 8.500 fjórðingar, sum endaði í New York
1979-1980: Sigldi útnyðringsleiðina á sama hátt sum Roald Amundsen í 20 fóts báti
29. apríl 1982: Náddi Norðurpól sum fyrsti norðmaðurin, ið kom fram yvir ísin
1984-1986: Sigldi runt jørðina við víkingaknørrinum ”Saga Siglar”
1987-1988: Lá vetur saman við familjuni á Kongsfjorden á Svalbard í bátinum ”Havella”
1991: Skipari á gokstadskipinum ”Gaia” úr Noregi til New York
2015: Róði 67 ára gamal til Hetlands og aftur til Noregs
(Kelda: no.wikipedia.org)

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Ávegis til Norðurpólin í 1982
(Mynd: ragnarthorseth.no)

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður