Ein øvutur Robin Hood

Ein øvutur Robin Hood

Bráðliga rapaði korthúsið og tók alla familjuna hjá Brittu Nielsen við í fallinum

Ein kløn og piðað Britta Nielsen. (Mynd: Se og Hør)

2018-11-15 15:45 Author image
Turið Justinussen

Í sekstan ár megnaði Britta Nielsen at snýta danskar myndugleikar fyri 111 milliónur krónur, uttan nakar varnaðist hetta. Men bráðliga rapaði korthúsið og tók alla familjuna við í fallinum

Í 40 ár starvaðist Anna Britta Troelsgaard Nielsen við dag- og sjúkrapeningi í studningsfyrisitingini hjá Socialstyrelsen og í Sikringsstyrelsen í Danmark. Tað er á hesum starvsplássum, hon er undir illgruna fyri at hava framt dátusvikið, ið hevur ein revsikarm á upp til átta ár. 

Dátusvik merkir, at ein persónur hevur útvegað sær sjálvum ella øðrum ágóða við at broyta, leggja afturat ella strika upplýsingar ella forrit til elektroniska dátuviðgerð ella á annan hátt ávirka úrslitið av dátuviðgerðini. 

Misnýtti starv sítt
Britta Nielsen var úrvalsbrúkari og hevði tí víðkaða atgongd til landsins studningsskipan. Tí var tað gjørligt hjá henni at snýta donsku myndugleikarnar fyri øru upphæddina á heilar 111 milliónur krónur, uttan at nakar varnaðist tað. Sambært frágreiðingini hjá bakmansløgregluni í Danmark, SØIK, er hetta gjørt á ein dissiplineraðan og skipaðan hátt.

Talan er um 274 útgjøld til egna konto umvegis uppspunnar verkætlanir, sum Britta Nielsen stovnaði í skipanini. Studningsmótakararnir høvdu allir hennara egna kontonummar sum útgjaldskonto.

Hesu mongu útgjøld eru gjørd í árunum 2002 til 2018. Upphæddirnar vóru tó ymiskar. Fyrsta árið vórðu 1,7 milliónir krónur fluttar, og í 2010 vóðru heilar 15,4 milliónur stolnar frá almenna stovninum, uttan at hetta vakti ans.

Ein øvutur Robin Hood
64 ára gamla Britta Nielsen, verður av vinum og kenningum skýrd sum pliktað, væl dámd, fitt og álítandi. Tó megnaði hon at lúgva og svíkja øll rundan um seg í sekstan ár, og eingin undraðist á, hvussu tann alment setta skrivstovukvinnan, ið arbeiddi niðursetta tíð við eini mánaðarløn á 27.434 krónum, megnaði at fíggja eitt slíkt lív.

Socialstyrelsen skeyt Brittu Nielsen upp sum skikkaðan móttakara av Dronningens Fortjenstmedalje, og heiðursmerkið móttók hon í januar í 2017. Lítið visti man, at Britta Nielsen, tá hevði svikið fyri 110,5 milliónur krónur.

Sambært TV2, var í uppskotinum nevnt hetta: "Sum starvsfólk gongur á odda og styðjar uppundir virðini og ættina, stovnurin mennir seg í.", men Britta Nielsen lat seg ikki lynda við at styðja uppundir hesi virðir. Hon kraddaði tey til sín. Heilar 111 milliónur krónur.

Sum ein øvutur Robin Hood ílatin narrandi grímu, kraddaði Britta Nielen stóru upphæddina av vælferðarpeningi til sín, og sostatt hevur peningurin, ið var ætlaður at betra lívskorini hjá veikum samfelagsbólkum, eftir øllum at døma, ístaðin fíggjað eitt lív í luksus.

Britta Nielsen, sonur hennara og báðar døtrarnar hava nevniliga livað seinastu árini í glæsiligum umstøðum við dýrum ítróttahestum, bilum, gulli og diamantum og luksusognum í Suðurafrika og ein sonevndan "ødegård" í Svøríki.

Frágreiðingin hjá Brittu Nielsen ljóðar, at maður hennara, sum doyði í 2005, hoyrdi til eina ta ríkastu familjuna í heimlandinum. Hann var lækni og granskari og hevði uppfunnið okkurt innan læknavísindi, og Britta Nielsen eftir honum, hevur arvað stórt ríkidømi.

Í veruleikanum var maður hennara ein ófaklærdur byggjaríarbeiðari, og í samrøði við Ekstra Bladet, sigur ein av tøttu starvsfelagum hansara, ið ynskir at vera duldur, soleiðis:

- “Tað er 100 prosent sikkurt, at tey ikki hava arvað eina rúgvu av peningi frá Pakistan. Hann kom til Danmarkar sum ófaklærdur ‘fremmandaarbeiðari’ við ongum.”

Sakarmálið
Ymiskt hevur verið, ið hevur givið ábending um brotosverkið, Britta Nielsen hevur framt. Í 2012 kunnaði Danske Bank bakmansløgregluna um, at Britta Nielsen gjørdi illgrunasamar flytingar. Málið varð tó ikki kannað, men sent víðari til Skat.

Gaman gránaði umsíðir, tá innanhýsis eftirlit í august 2018 staðfesti ein skeivleika í útgjøldunum av studningshjálp. Í septembur varð løgreglan kunnað um hetta, og tvær uttanhýsis rannsóknir vóðru settar í verk. Ein hevði til endamáls at staðfesta, hvussu slíkt kundi henda, og hin, ið var ein advokatrannsókn, skuldi staðfesta, hvønn ábyrgdin kundi áleggjast.

[object Object]

Britta Nielsen kann hugsast at hava havt varhugan av, at onkur hevði fingið ferilin av dátusvikinum, tí hon var langt av leið og ongastaðni at finna, tá sakarmálið varð almannakunngjørt tann 9. oktobur í ár.

Sostatt fekk ævintýrið hjá Brittu Nielsen við hestum, gulli og ríkidømi og ognum í fjarskotnum londum ein bráðan enda. Hon varð handtikin tann 5. novembur í Suðurafrika, eftir at hava verið varðhaldsfongslað in absentia og eftirlýst um alla verðina í seks vikur av Interpol.

Ríkidømið inndrigið
Britta Nielsen gjørdi stórar íløgur í jørð og ognir í landnyrðingsafrika, nærindis kendu parkina, Kruger National Park. Hóast ríkidømið ivaleyst einaferð sýntist Brittu Nielsen markleyst, er bráðfeingis hald lagt á meginpartin av brotagóðsinum.

Sambært upplýsingum frá tinglýsingini og rættarskjølum, hevur løgreglan lagt hald á húsið hjá Brittu Nielsen í Hvidovre tætt Keypmannahavn, eitt summarhús í Svøríki, eina parteigara-íbúð, peningaupphæddir, harímillum eina eftirlønaruppsparing og fleiri bilar. 

- Virði er í ognunum, íløgur eru gjørdar í. Talan er eisini um hestar og um ymiskar peningaupphæddir, sigur løgregluovasti, Thomas Anderskov Riis. 

Virði er í ognunum, íløgur eru gjørdar í. Talan er eisini um hestar og um ymiskar peningaupphæddir

Tann eina dótturin, Nadia Samina Hayat, ið er 31 ára gomul, segði í eini samrøðu við Kanal 5, at síðan 2007 hevur hon keypt og selt upp móti 60 kappingarhestar fyri heilt upp til 750.000 krónur stykki. Sambært dóttrini, var tað mamman, Britta Nielsen, ið fíggjaði keypini. Hetta hevur bakmansløgreglan váttað.

Óheftir serfrøðingar hava tó virðismett hestarnar, og bakmansløgreglan hevur júst kunngjørt, at ætlanin ikki er at leggja hald á teir. Orsøkin er, at teir ikki longur hava sama virði, og tað, ið eftir er av teimum er minni enn hvat tað kostar at leggja hald á teir. 

Fýra ákærd í málinum
Britta Nielsen er ákærd fyri dátusvik av grovum slag eftir grein 279a í revsilógini og skal sita varðhaldsfonglsað í Danmark til 4. desembur, tá rættarfundur aftur verður. Sama er galdandi fyri 38 ára gamla soninin. Hann er ákærdur fyri folabrotsverk av serliga grovum slagi í somu sak, tí hann er undir illgruna fyri at hava fingið virðir svarandi til 3,6 milliónur krónur av stolna peninginum frá mammu síni. Døtrarnar hjá Brittu Nielsen eru ikki handtiknar, men eisini ákærdar fyri folabrotsverk av serliga grovum slagi, tí eisini tær hava, eftir øllum at døma, fingið ágóða av stolna peninginum. 

Sonurin hjá Brittu Nielsen noktar seg sekan, sambært verjuadvokati hansara, Henrik Dupont. Enn er óvist, um Britta Nielsen eisini fer at siga seg sakleysa, ella um hon velir at játta seg seka sambært ákæruni:

- Mín klientur ynskir ikki at taka støðu til ákæruna, segði verjuadvokaturin hjá Brittu Nielsen, Nima Nabipour í rættinum á Frederiksberg til grundlógarhoyringina tann 10. novembur, dagin eftir Britta Nielsen kom heim frá Suðurafrika.

[object Object]

Játtar Britta Nielsen seg seka, bíðar henni ein fongsulsrevsing á hálvtannað upp í átta ár. Hetta er vanligi revsingarkarmurin, sigur verjuadvokaturin, Mette Grith Stage. Játta børnini seg sek, kann hetta viðføra eina fongsulsrevsing á upp til seks ár.

Ynskja opnar dyr 
Allir rættarfundir í Danmark eru so at siga almennir, men í summum førum, kann dómarin velja at lata dyrnar aftur, so almenningurin og fjølmiðlarnir ikki fáa innlit í rættarfundin.

Vit vilja gjarna hava okkara frágreiðing út

Í hesum førinum, valdi dómarin at eftirlíka ynskinum hjá ákæranum um at lata dyrnar aftur. Hetta hóvar ikki verjuadvokatinum Nima Nabipour, ið ynskir, at almenningurin veit, hvat gongur fyri seg:

- "Tað eru heilt sikkurt tvær síður av hesum sakarmáli", segði hann til grundlógarhoyringina, og døturnar hjá Brittu Nielsen latast at vera samdar:

- "Vit vilja gjarna hava okkara frágreiðing út", sigur Nadia Samina Hayut í samrøðu við Kanal 5.[object Object]

Nadia Samina Hayat situr til vinstru, og Karina Jamilla Hayat til høgru. (Mynd: Kanal 5)

Í eini sjónvarpssending á Kanal 5 í kvøld kl. 20 føroyska tíð, ber nevniliga til at hoyra 31 ára gomlu Nadiu Saminu Hayat og 34 ára gomlu stórasystrina, Karinu Jamillu Hayat, tala teirra søk. Tær halda nevniliga fast við, at tær einki vistu um peningasvikið hjá mammu teirra, hóast tær hava fingið fleiri milliónir krónur frá mammu teirra til hestar og bilar.

Meira langlesnaður