Heimatíðindi

Eigararnir taka 12 mió. úr felagnum áðrenn Magn tekur yvir

Eigararnir taka 12 mió. úr felagnum áðrenn Magn tekur yvir

(Mynd: Google)

2018-05-15 22:20 Author image
Ingi Samuelsen

Partafelagið Demich hevði í 2017 enn eitt rímiligt ár við 2,2 milliónum krónum í avlopi. Úrslitið er væl betri enn árið frammanundan, tá avlopið var 1,9 milliónir, men tó ikki so gott sum í 2015 og 2014. Meðalvinningurin í Pf. Demich hesi seinasti fimm árini hevur verið 2,3 milliónir krónur.

Tað mest óvanliga við roknskapinum hjá Demich fyri 2017 er tó, at eigararnir hava tillutað sær eitt stórt vinningsbýti upp á 12,4 milliónir krónur.

Hóast hetta ikki framgongur beinleiðis í ársfrágreiðingini, ið er latin skrásetingini, so skyldast hetta helst, at orkufelagið Magn hevur keypt meirilutan í pf. Demich. Hetta sum liður í eini ætlan hjá Magn at veita hitaskipanir til føroysk húsarhald í sambandi við at felagið roynir at sleppa inn á el-netið sum grønur ravmagnsframleiðari.

Les eisini: Magn vil sleppa at kollvelta føroyska orkumarknaðin

Tíðindini um at Magn hevur yvirtikið meirilutan í pf. Demich bórust í sambandi við ein tíðindafund fyrst í apríl mánaði. Tá var eisini upplýst, at hóast felagið fær nýggjan stjóra, Róa Kalsø, so halda gomlu eigararnir í Demich fram í felagnum.

Yvirtøkan skal tó fyrst góðkennast av Kappingareftirlitinum, sum enn ikki hevur tikið støðu í málinum.

Demich hevði í fjør eitt bruttoúrslit upp á 16,1 milliónir krónur. Goldnar vórðu góðar 12 milliónir krónur í lønum og ein lítil hálv millión í partafelagsskatti.

Eftir at 12,4 milliónir krónur eru tiknar úr felagnum til eigararnar, er eginpeningurin í pf. Demich 911.000 krónur.

Høvuðsvirksemið hjá pf. Demich er nýgerð og viðlíkahald av ventilasjónsútbúnaði umframt sølu, nýgerð og viðlíkahald av HVS-vørum.

Eigarar av Demich undan Magn yvirtøkuni eru smápartafeløg hjá teimum fýra, sum eisini mannaðu nevndina, Bjarne Hansen, Atli Dávur Nattestad, Hákun Hansen og Thorbjørn Hansen, ið eisini var stjóri í felagnum.


Eigararnir í pf. Demich, frá vinstru Atli Nattestad, Bjarne Hansen, Hákun Hansen og Thorbjørn Hansen

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tann eg eri og tann eg var

Tann eg eri og tann eg var

Hann hevur vunnið alt, sum vinnast kann. Hann er sum einasti útlendingur blivin tilnevndur til týsku sjónleikaheiðurslønina...

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Seinastu trettan árini hevur Hans Andreasen rikið Glitnir, sum fyri átta árum síðani varð víðkað við Irsh Pub við Skálatrøð...

Meira langlesnaður