Heimatíðindi

Eiðis kommuna lutað 22 leiguveltur út

2019-04-04 16:02 Author image
Leivur Hansen

Ung og tilflytarar í Eiðis kommunu við áhuga fyri velting, hava nú fingið lendi frá kommununi at velta á, sokallaðar leiguveltur.

Tá freistin at tekna seg til hetta var úti 1. februar, høvdu 22 húski á Eiði og í Ljósá og Svínáum tikið av tilboðnum.

Øll hava nú fingið ávíst hvør sítt lendi við lutakasti, og samstundis er klárt hjá teimum at fara inn á kommunuskrivstovuna at skriva undir leigusáttmála og rinda árliga gjaldið á 100 krónur.


15 á Eiði og sjey í Svínáum

Av kommunuskrivstovuni verður upplýst, at 15 húski hava fingið játtað leiguveltu á Eiði og sjey í Svínáum.

Tvey húski í Ljósá hava eisini fingið leiguveltu – annað á Eiði og hitt í Svínáum.

Í Ljósá er onki lendi tøkt til hetta endamál í løtuni.

Leiguvelturnar, sum Eiðis kommunan hevur stykkjað út millum Vatna og Uppi á Grind á Eiði og oman móti fjøruni í Svínáum, eru 75 fermetrar hvør.

Hesi økini hava higartil ligið óbrúkt, men á kommunustýrisfundi um ársskiftið varð gjørt av, at tey nú skulu koma borgarunum í kommununi til gagns.


Ung og tilflytarar

Tað eru serliga ung og tilflytarar, sum onga jørð eiga, ið hava víst hesum tiltaki størst áhuga.

Tey flestu ætla sær at velta epli, men onkur hevur eisini ætlanir um at velta røtur og annað til matna.

Kommunan syrgir fyri at avmerkja økini á staðnum, meðan leigarin sjálvur stendur fyri velting og tilrigging annars.

Møguleikar eru fyri fleiri leiguveltum aftrat, um áhugi er fyri tí, sigur Eiðis kommuna.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður