Kjak

Eftirlit má til

Eftirlit má til
2018-02-09 09:36 Author image
Georg L. Petersen

Tað mundi koma nógvum privatum húskjum væl við, tá prísurin á ravmagni fór niður við fimm oyrum á nýggjárinum annað árið á rað. Elveitingareftirlitið var av tí fatan, at prísurin kundi setast niður uttan at ávirka framtíðarætlanirnar hjá SEV. SEV var í øðini og helt, at príslækkingin legði forðingar fyri framtíðarætlanunum hjá SEV at byggja út, bæði oljuverkið á Sundi og varandi orkuna kring landið.

At vit sum borgarar gerast eitt sindur ørkymlaði av hesum kemur ikki av ongum, tí tað er rættiliga stutt síðan, at SEV sjálvt mælti til at lækka prísin til tey, sum gera íløgur í grønar orkuskipanir. Talan var um munandi príslækkingar, men ætlanin møtti mótstøðu í tinginum, har fleiri hildu tað vera skeivt at gera mun á borgarum. Nú verður prísurin lækkaður uttan at munur verður gjørdur á, men tað burdi havt somu ávirkan, nevniliga at fleiri leggja um frá olju til hitapumpur.

Tá vit hava eitt monopol sum SEV, er avgerandi neyðugt við einum vælvirkandi eftirliti, sum tekur hædd fyri tí rímiliga á prísásetingunum. Hetta er ikki bara galdandi innanfyri el-veiting, men eisini tá tað kemur til telefoni, har vit neyvan høvdu havt ein líkinda kappingarneyta til Føroya Tele, um vit ikki eisini høvdu havt Fjarskiftiseftirlitið, sum ofta hevur traðkað Føroya Tele á tærnar.

At høvuðsveitararnir eru almennir á týðandi økjum í samfelagnum er í lagi. Bæði SEV, Føroya Tele og Atlantsflog eru høvuðsveitarar av tænastum, sum fær føroyska samfelagið at hanga saman. Feløgini verða øll rikin skynsamt, men virka sum eitt slag av hybridum, sum bæði skulu vinna pening at menna virksemi, samstundis sum tey hava almennar skyldur mótvegis borgarunum. Talan hevur fleiri ferðir um at privatisera hesar fyritøkur, og ein roynd var millum annnað at selja Atlantsflog. Tann ætlanin miseydnaðist, og vit kunnu helst fegnast um, at hetta týðandi felag framvegis er alment.

Fyri at hesar fyritøkur ikki skulu sleppa at virka sum monopol, er tað av týdningi, at tey eisini fáa kapping, sum allar nevndu fyritøkur hava fingið, hóast tað er minst sjónligt á el-veitingarøkinum, har kappingarneytarnir eru so smáir – og tá er tað av serligum týdningi, at eitt vakið alment eftirlit er til staðar.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður