Heimatíðindi

Effo hevði næstan 30 milliónir í avlopi í fjør

Pf. Effo hevur høvuðssæti á Óðinshædd í Havn (Mynd: Google)

Pf. Effo hevur høvuðssæti á Óðinshædd í Havn (Mynd: Google)

2018-07-04 23:15 Author image
Ingi Samuelsen

Pf. Effo, sum selur olju til húsarhald og skip í Føroyum, hevði eins og kappingarneytin, Magn, eitt gott ár í fjør. Roknskapurin hjá føroyska oljufelagnum er júst kunngjørdur, og vísir eitt ársúrslit á 29,8 milliónir krónur.

Bruttovinningurin var yvir 113 milliónir krónur, harav skuldi rindast góðar 37 milliónir í starvsfólkalønum, 7 milliónir í skatti umframt avskrivingar, rakstrarkostnaður og fíggjarligar útreiðslur, so at úrslitið gjørdist 29,8 milliónir.

Eginpeningurin í oljufelagnum er nú 117,9 milliónir krónur, men tá eru eisini trektar 17,7 milliónir, sum verða útgoldnar eigarunum í vinningsbýti.

Tjaldur eigur umvegis Hirtshals
Høvuðspartaeigari í Effo við avgerandi ávirkan er eitt danskt felag, Kolan Aps, í Hirtshals. Kolan Aps deilir bústað við reiðaríið Ruth, og stjóri er stórreiðarin Gullak Madsen, sum eigur part í felagnum umvegis GMT Holding Aps.

Men avgerandi høvuðseigari hjá hesum danska anpartsfelagnum er føroyska smápartafelagið, sum eisini eigur Kolan. Og høvuðseigari í Spf Koluni er føroyska íløgufelagið Pf. Tjaldur, ið sostatt eisini hevur avgerandi ávirkan í Pf. Effo, framgongur av roknskapinum. Peningasterka reiðaríið í Klaksvík, Pf. Palli hjá Mariannu, sum hevur gjørt íløgur í fleiri ymsar vinnur í Føroyum umframt at eiga og reka uppsjóvarskipini Chr. í Grótinum og Norðborg, er eisini ein av eigarunum í Spf. Kolan.

Hinir eigararnir í Pf. Effo eru Pf. LÍV lívs og pensjónstryggingarfelag, Pf. Varðin og Spf. FramInvest.

Varðin er sterka reiðarísamtakið í Gøtu, sum situr á einum stórum parti av føroysku uppsjóvarvinnuni, men eisini hevur gjørt íløgur í feløg uttan fyri fiskivinnuna.

Og Spf. FramInvest er eitt íløgufelag, sum Anfinnur Olsen í Fuglafirði eigur saman við íslendska Samherja-samtakinum, og millum annað eigur Spf. Framherja, ið eigur og rekur uppsjóvarskipið Fagraberg og flakatrolaran Vesturvón.

Nýggjur stjóri
Stjóri í Pf. Effo er Niels Juel Nattestad og í nevndini fyri partafelagið sita Árni Tór Rasmussen, Jógvan Dávid Jacobsen og Wilhelm Eyðinsson Petersen.

Fyrr í ár boðaði Effo frá, at Niels Juel Nattestad gevst sum stjóri, og í mai mánaði boðaði felagið frá, at fyrrverandi stjórin í Trygd, Janus Thomsen, verður nýggjur stjóri. Hann tekur við stjórastarvinum 1. august.

Les: Janus Thomsen verður nýggjur stjóri í Effo 

Les eisini: Niels Juel Nattestad gevst sum stjóri í Effo 

Kappingarneytarnir
Tað er nú nakrar vikur síðan, at roknskapurin hjá hinum oljufelagnum, pf. Magn, gjørdist almennur. Men, sum so ofta fyrr, so eru nógvar leikheitir í rakstrinum og úrslitinum hjá teimum báðum oljufeløgunum.

Les: Magn: Enn eitt ár við stórum yvirskoti 

Soleiðis síggja nøkur av høvuðstølunum hjá oljufeløgunum, um roknskapartølini verða sett yvir av hvørjum øðrum:


Nettosøla
Bruttovinningur
Starvsfólkakostnaður
Avskrivingar
Úrslit áðrenn skatt
Ársúrslit
Eginpeningur
Vinningsbýti
Tal av starvsfólki

Effo
731,6
113,1
37,2
16,1
36,8
29,8
117,9
17,7
90

  Magn
767,8
114,9
38,4
15,5
35,9
28,2
107,5
73,2
80

Ein einføld samanteljing sigur sostatt, at tey bæði oljufeløgini í fjør tilsamans høvdu eitt ársúrslit á 228 krónur, sum gav eitt úrslit eftir skatt á 58 milliónir. Avkastið til eigararnar var tilsamans 90,9 milliónir krónur.

 Kelda: vinnuvitan.biz

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður