Heimatíðindi

Eddie gleddi seg at flyta heim: Ikki allir útisetar fáa eins góða móttøku

Mynd: Fotostudio/Finnur Justinussen

Mynd: Fotostudio/Finnur Justinussen

2019-02-16 13:01 Author image
Leif Láadal

Eddie Petersen valdi at flyta heim aftur til Føroya fyri smáum fimm árum síðani. Hann hevði tað gott í Keypmannahavn, har hann hevði búð síðani 1986, men honum longdist heim, og tá hann nú var komin somikið illa fyri fysiskt, at hann ikki fekk arbeitt, valdi hann at flyta aftur til fjøllini, dalarnar, havið og tað umhvørvi, sum honum dámar best.

Í Dimmalætting hesa vikuna kanst tú lesa samrøðu við 57 ára gamla Eddie Petersen, sum er føddur og uppvaksin í Føroyum, men sum valdi at flyta av landinum í 80-árunum. At flyta heim aftur, tá man er í teirri støðu, sum Eddie, er tó ikki so lætt. Tað tykist, sum at Føroyar hava lættari at taka ímóti ávísum fólkum, heldur hann.

– Eg helt, at tað fór at vera lættari at flyta heim til mítt føðistað, men tað vísir seg at vera trupult at fáa nøkulunda liviligar umstøður, tá man er í mínari støðu. Nógv fólk flyta heim í hesum døgum, men tað tykist sum, at tað er betri pláss fyri ávísum fólki – til dømis fólki við góðum útbúgvingum. Tá tað ikki gongur so væl í Føroyum, so flyta føroyingar av landinum til eitt nú Danmarkar, og har verða tey øll tikin væl ímóti. At flyta heim til Føroya er ikki so lætt, og tað skilji eg ikki, tí eg eri eisini føroyingur, sigur Eddie, sum enn ikki hevur funnið liviligar bústaðarumstøður.

Øll samrøðan við Eddie Petersen kann lesast í Dimmalætting, sum er í sølubúðunum, og Dimma+ haldarar kunnu lesa greinina HER

  

  

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður