Sjúrður Knudsen, leiðari á viðgerðarstovninum Heilbrigdi á Velbastað, gleðir seg til jóla og til at halda part av jólunum á stovninum. Tí har er altíð hugnaligt at vera, og jólini har minna hann á gamlar dagar, tá hann búði í Danmark.
– Eg hevði sjálvandi helst viljað, at øll vóru edrú og ikki í vanda fyri at detta útí, so stovnurin stóð tómur á jólum. Men soleiðis er tað jú ikki, og eg njóti at vera á Heilbrigdi ein part av jólunum

