Dugir tú at flenna saman, ber til at gráta saman

Dugir tú at flenna saman, ber til at gráta saman

Magnus Juel Petersen er eitt lívstykki. Tú sært hann ongantíð í ringum lag, og ert tú í hansara samveru í bara nakrar minuttir, so sær heimurin ljósari út.

2016-06-07 11:05 Author image
Leif Láadal

Men tað er nú ikki tí, at alt lívið hjá Magnusi hevur verið ein dansur á rósum. Vit hava hitt arbeiðssama arbeiðsmannin, sum vendi gittarinum, tá hann misti endarnar á trimum fingrum á vinstru hond í rundsagini.

- Hetta eitur ribes, og ikki ribs, sum nógv halda. Tað eru berini, sum eita ribs.

Magnus Juel Petersen greiður frá, meðan hann sker runnar niður í garðinum hjá Nonnuskúlanum í Havn. Har hevur hann arbeitt seinastu níggju árini sum pedellur, sum tað fyrr æt. Nú eitur tað skúlatænari.

Áhugin fyri runnum og blómum er tó eitt sindur avmarkaður. Tað er mest í sambandi við arbeiðið, at hann hevur sett seg eitt sindur inn í tað grøna.

- Veist tú, at tú í haganum kanst finna eini trýss ymisk grassløg á einum lítlum bletti upp á einar 20 ferðir 20 sentimetrar?

Magnus smílist.

- Er tað ikki fantastiskt, leggur hann síðani afturat.

Skemtarin
Tey siga, at tey ungu eru hildin uppat at fortelja krønikur. Internetið hevur gjørt av við hendan mátan at samskifta verbalt. Fortelur tú eina krøniku, er stórur kjansur fyri, at tann, sum tú ert saman við, longu hevur lisið hana á netinum. Tí er krønikan av mannamunni við at fara fyri bakka.

Men tað leggur Magnus Juel Petersen einki í. Hann hevur altíð eina krøniku klára.

- Hevur tú hoyrt hina um...

Og so koyrir tað. Av og á hevur hann eisini verið í útvarpinum og fortalt, tá onkur sending skal kryddast eitt sindur.

Látur snýr seg um kenslur, og lata vit upp fyri teimum, so er ikki so torført eisini at tosa um tey meiri álvarsligu evnini

Men hví dámar honum so væl at fortelja eina krøniku ella eina stuttliga søgu um onkran gamlan knark?

- Ein stuttlig søga er ein hurð, sum kann lata upp tað góða lagið. Láturin og gleðin gera, at vit koma tættari hvør øðrum. Látur snýr seg um kenslur, og lata vit upp fyri teimum, so er ikki so torført eisini at tosa um tey meiri álvarsligu evnini. Eg plagi at siga, at um vit duga at flenna saman, so duga vit eisini at gráta saman, sigur Magnus.


Pípu og tráðu
Seinastu mongu árini hevur Magnus búð eitt hanagleiv frá Sandágerði í Havn. Tað er eitt paradís, heldur hann, og tað eru tað fleiri orsøkir til. Hann er uppvaksin á Hvítanesi á Tvøroyri, og har var náttúran ein partur av gerandisdegnum við fjøruni øðrumegin og haganum hinumegin. Sandágerð er sum ein lítil bygd. Hønurnar uttanfyri prestagarðin ganga fyri tað mesta og skava uttanfyri hegnið, og tað bilar einki. Tá Magnus fer framvið teimum oman á sandin við tráðuni og pípuni, gelur hann eftir hananum so náttúrligt, at hønurnar ivast í, hvørjum tær skulu fylgja.

- Tað er um hesa tíðina, at tað er nakað at fáa, men seinastu dagarnar hevur tað luktað illa í ánni. Onkurt er likið út í ánna longri uppi, og tað ger, at áin verður for súr, so nú ganga nakrir dagar, áðrenn vit kunnu fiska, sigur Magnus og hyggur út á fjørðin, har Smyril er á veg inn.

Elskar at arbeiða
Tó at Magnus hevur arbeitt sum skúlatænari síðani 2007, er tað ikki hetta yrkið, hann hevur fingist mest við í sínum 56 ára gamla lívi. Hann er upprunaliga útbúgvin bakari og kondittari, og hevur millum annað arbeitt sum bakari hjá Áka Dimon (sum hevur verið ein annar pápi fyri Magnus) á Tvøroyri, hjá Frants í Havn og umborð á Norrönu.

At arbeiða hevur honum altíð dámt væl, og tað var eisini tað, sum mátti til, tí skúlin var einki verandi stað.

- Eg dugdi nokk líka væl sum tey flestu í skúlanum, men eg kendi meg ongantíð heima har. Kanska var eg eitt sindur kúllasligur viðhvørt, so tað var lætt hjá lærarunum at geva mær skyldina, tá okkurt var hent, fortelur Magnus.

Ein seinsummardag, tá Magnus júst var byrjaður í 8. flokki, bleiv tað eisini ov mikið. Onkur hevði brotið 106 rútar í skúlanum, og Magnus fekk skyldina. Hetta var ikki fyrstu ferð, at lærararnir vóru eftir honum. Hann noktaði blankt – kundi prógva, at hann ikki hevði gjørt tað – men hendan upplivingin var tann dropin, ið skuldi til. Tað var síðstu ferð, at Magnus sat á vanligum skúlabonki.

Tað var tó eingin skandala. Magnus hevði arbeitt við ymsum aftan á skúlatíð, síðani hann var seks ára gamal. At byrja við niðri á kaiini, har hann rullaði sildatunnur, og seinni slapp hann at hjálpa til í bakarínum, har hann endaði við at fáa lærupláss.

- Tað var fínt. Eg fekk enntá góðskrivað nakrar mánaðir av lærutíðini, tí eg hevði arbeitt har so nógv aftan á skúlatíð og í ferium, fortelur Magnus.


Heimið opið
Í heiminum hjá Magnussi og teimum var nokk so trongt. Magnus hevur níggju systkin á lívi, og ein beiggi doyði sum fimm ára gamal. Men har var rúm fyri øllum – ikki bara familjuni, men eisini vinfólki og grannum.

Eg var nokk so keddur um mammuna, og tað at keypa ein gittar var ein máti at dulma pínuna

- Har var altíð fólk inni hjá okkum. Frá morgunstundini komu tey á gátt til ein drekkamunn, og soleiðis var leypandi allan dagin. Kanska flest, tá pappa var heima, men eisini tá hann var til skips, minnist Magnus.

Og tað var har, Magnus hoyrdi allar søgurnar. Hann sat undir orðunum og lærdi lagið. Tá onkur fortaldi okkurt stuttligt, flentu tey øll, og var tað okkurt meira álvarsligt, var eingin látur, men bara stórt uppmerksemi.

- Og so var tað yatzy. Tað bleiv okkara familjuspæl, og vit spæla tað enn, tá vit hava møguleikan, fortelur Magnus og eyguni lýsa, meðan minnini ferðast aftur í tíðina.


Mamman og gittarin
Tó at Magnus ikki er landskendur, um mann so kann siga, so bleiv ein av beiggjunum hjá honum tað fyri nøkrum árum síðani. Tá Jack alment fortaldi um eina skakandi hending í Keypmannahavn, har hann og beiggin Marner blivu álopnir við knívi, bleiv Jack eitt slag av miði, um onkur skal greiða frá, hvør Magnus er.

- Hann er beiggi Jack, kunnu tey finna upp á at siga, og so vita øll, fortelur Magnus.

Ein annar beiggi er Theodor Petersen, sum mangan hevur verið at hoyrt við sínum sangi í útvarpi ella alment til konsertir og møtir.

Sjálvur hevur Magnus eisini stóran ahuga fyri tónleiki, og spælir eitt sindur upp á gittar, tá høvið býðst. Hann var tó rættiliga tilkomin, tá hann fekk sín fyrsta gittar. Tað var í sambandi við eina sjúkrahúsvitjan í Havn, har hann og ein systir vóru farin til Havnar við mammuni, sum ikki hevði tað so gott. Meðan mamman lá á sjúkrahúsinum, fór Magnus til Simma, og suðuraftur við kom ein fínur country-gittari.

- Eg var nokk so keddur um mammuna, og tað at keypa ein gittar var ein máti at dulma pínuna, fortelur Magnus, sum framvegis minnist, at Tom Dooley var fyrsti sangurin, hann lærdi seg.

- C, G7 og F, var tað, sigur hann brosandi.

Ein stubbi av einum fingri varð slongdur inn í lumman í jakkanum, og hann fann eg dagin eftir og legði í frystiboksina. Veit ikki hví. Vildi kanska ikki ordiliga av við hann


Baklandið gevur megi
Tá mamman sløknaði, alt for ung, varð eitt tómrúm í lívinum hjá Magnusi. Tá blivu ikki so nógvar søgur fortaldar. Tí tað er ikki so, at Magnus altíð er til reiðar við sínum søgum og krønikum. Tað veldst um, hvussu støðan er. Tey ár, tað ikki hevur gingið so væl – og tað hava verið nøkur – er lagið gott, men ikki so gott, at øll fáa eina krøniku við sær, tá tey hitta Magnus. Millum annað upplivdi hann at missa húsini í Suðuroy eftir ein hjúnaskilnað. Men hann hevur altíð fótað sær. Tá lyndið samanumtikið er so lætt, sum tað er, er tað bara ein spurningur um tíð.

- Síðani eg møtti Lisbeth (núverandi konuni, red.), hevur lívið verið fantastiskt. Hon gevur mær megi, sigur Magnus glaður.


Misti fingrarnar
Ein serstøk skakandi hending er tó hend, síðani Lisbeth og Magnus kastaðu saman. Ein hending, sum sæst týðiliga, tá tú hittir Magnus. Hann manglar nevniliga endarnar á trimum fingrum á vinstru hond.

Tað var 16. apríl í 2005 klokkan 11.35 á Magnusarmessu, fyri at tað ikki skal vera lygn.

- Eg stóð og bygdi dreymaborgir upp á at fara á havið at fiska, men so hendi tað.

Ein smádrongur gekk tætt framvið, meðan eg stóð við sagina uppi hjá Balslev, har eg arbeiddi, og so kom hondin í. Ytstu liðirnir á trimum fingrum ruku. Ein stubbi varð slongdur inn í lumman í jakkanum, og hann fann eg dagin eftir og legði í frystiboksina. Veit ikki hví. Vildi kanska ikki ordiliga av við hann. Konan visti ikki av, at hann lá í boksini, og hon fekk eitt sjokk, tá hon fann hann, fortelur Magnus.

Tó at tað var ein smeitur, og familjan fekk eitt sjokk, so kom kortini ein stuttlig søga burturúr. Tað er typiskt Magnus.

- Mánadagin eftir komi eg ein túr niðan aftur til Balslev. Har sita fýra mans við eitt borð, meginparturin kendir fólkafloksmenn. ”Hvat ólukkan er hent?”, spyr ein teirra, tá hann sær umbindingina rundan um vinstru hondina. ”Hatta er ein skandala”, leggur hann afturat. ”Hatta er einki afturímóti teirri skandalu, sum hendi í gjár”, svari eg. ”Hvat tá?”, spyr hann. Eg svari ”Eg bleiv tveittur úr flokkinum”. ”Hvørjum flokki?”, spyr hann. Eg svari ”Fólkaflokkinum. Nú eri eg ikki fingralangur nokk”, fortelur Magnus og flennir hart.

Men tað var ikki so skemtiligt tað heila. At missa ein part av trimum fingrum setti síni spor, og tað skuldu tillagingar til.

- So løgið tað ljóðar, so var tað fyrsta eg hugsaði, tá eg rakti sagina, at nú komi eg ikki at kunna spæla gittar aftur. Men tá eg var komin yvir sjokkið, kom treiskni í meg. Eg vildi ikki sleppa gittarspælinum, so eg lærdi meg at spæla øvugt, har eg grípi við høgru hond og slái við vinstru. Tríggjar mánaðir aftaná var eg við at koma á lagið, fortelur hann.


Sjónvarpið fær ov stórt vald
Magnus er, eins og nógv onnur í Føroyum, uppvaksin uttan sjónvarp. Og tað er ivaleyst høvuðsorsøkin til, at søgurnar og krønikurnar fingu ein so stóran leiklut. Tað var ikki nógv annað at gera longu vetrarkvøldini enn at sita við køksborðið og gorra og kanska spæla kort. Tá so sjónvarpið kom, doyði ein stórur partur av samrøðuni. Men longsulin eftir søgunum og sjónvarpsfría hugnanum er framvegis til millum nógvar føroyingar, heldur Magnus.

- Tú sært tað, tá streymurin fer. Útvarpið sendir við sínum neyðmotori, og fólk sms-a inn. Tey greiða frá, hvusu hugnaligt tað er at sita við kertuljósi og spæla ludo ella okkurt annað. Onkur er farin at baka pannukøkur við einum gassblussi. So mítt ynski er, at SEV sløkkir fyri streyminum eitt sindur títtari, sigur Magnus við einum lítlum skálkabrosi.

Nakað tað sama hendir, tá einki internetsamband er, heldur Magnus.

- Tá fer innari eiturkoppurin á pausu. Fólk fara av netinum, sigur hann flennandi.

Tá fer innari eiturkoppurin á pausu. Fólk fara av netinum


Bera hanan
Hønurnar og hanin hjá Steinhólmi presti eru farnar oman ímóti sandinum í Sandágerði. Magnus steðgar á, og spyr so, sum hann so ofta hevur gjørt.

- Hevur tú hoyrt hina um hanan?

Og so kemur ein av teimum góðu.

Tað vóru nøkur, sum høvdu hønur, men gamli hanin orkaði ikki meira. Tey fingu so hendur á einum nýggjum hana frá grannanum, og tá grannin kemur á gátt nakrar dagar seinni, spyr hann hvussu nýggi hanin roynist. Maðurin letur væl at, men konan er ikki so glað. ”Hatta er altso ein rættiliga dovin hani”, sigur hon og leggur afturat: ”Hønurnar mugu bera hann meginpartin av tíðini”.

Vitjanin í Doktara Dahl gøtu er um at vera av. Hesin fagri summardagurin er farin at halla. Fyrst skal nýggja gassgrillin tó setast saman.

- Hon hevur tríggjar brennarar, sigur hann og peikar glaður eftir eskjuni.

Í morgin árini klokkan átta er Magnus aftur í garðinum í Nonnuskúlanum. Allir runnarnir eru ikki kliptir niður enn.

Magnus er bara ein av teimum mongu vanligu lívsglaðu føroyingunum, sum eru ryggurin í okkara samfelag. Uttan ov stórar armrørslur gera tey sítt arbeiði og ríka okkara dag.

FAKTA
Magnus Juel Petersen 56 ár
Kona: Lisbeth
Børn saman: Barbara, Anna Margit og Elsa Sóley
Børn hjá Magnusi: Kristian og Regitze
Barn hjá Lisbeth: Silja
Foreldur: Mortan (andaðist í 2007), Anna Margit (andaðist í 1988)

Á egnum kjøli

Á egnum kjøli

Málið um føroyskt skipafelag varð á fyrsta sinni borið fram á fólkafundi á Doktaragrund í Havn á ólavsøku 1916...

Meira langlesnaður