Uttanlands

Dronur veita sjúklingum heilivág

Mynd: UNICEF/Pacific

Mynd: UNICEF/Pacific

2019-01-18 11:28 Author image
Thomas Gringer Jakobsen og Lív Reynheim

Bert ein mánað gamal bleiv Joy Niwai tað fyrsta barnið í heiminum at verða koppsett við heilivági, sum varð veitt honum við dronu

Á oynni Erromango, sum hoyrir til fjarskotna og avbyrgda oyggjasamfelagið Vanuatu í Kyrrahavinum, kom ein jólagáva dalandi niður frá himni tíðliga í desembur. Talan var um eina hvíta dronu, ið kom brummandi við einum lítlum kølidiski á tremur við heilivági. Dronan lendi á einum kodda, sum íbúgvarnir høvdu gjørt burturúr pálmabløðum. Harnæst varð gjørt skjótt av at fáa heilivágin út til sjúklingarnar, ið tørvaðu hann; Fimm kvinnur við barn og 13 børn við ávíkavist livrabruna og tuberklum. Tað skal ganga skjótt, tí um heilivágurin gerst heitur, missir hann sína lekjandi ávirkan.

At nógvur heilivágur missir virknaðin, tá hann verður útsettur fyri hita, er ein stór forðing fyri at basa álvarsligari sjúku í avbyrgdum økjum. Vanuatu liggur í tropiska veðurlagsbeltinum og fevnir um 80 fjallmiklar oyggjar við vánaligum infrastrukturi, og eru mong øki ikki atkomilig við bili. Hetta merkir, at umleið fimta hvørt barn í landinum ikki verður koppsett, skrivar UNICEF, sum samstarvar við stjórnina um nýggju dronuverkætlanina. Ætlanin í Vanuatu er, at dronurnar í longdini skulu hava ein støðugan leiklut í at gera fólk órinin fyri vandamiklum sjúkum.

“Tað er ómetaliga torført at flyta ein kølidisk við heilivági upp um fjøll og yvir um áarlendi,” greiðir sjúkrasystirin Miriam Nampil frá. Tað var hon, ið tók ímóti dronuni á Erromango og var við at koppseta sjúklingarnar á oynni. “Dronurnar hava givið okkum eitt amboð og ikki minst eina vón um, at vit kunnu røkka børnum í teimum mest óatkomiligu umráðunum á oynni.”


Dronur kunnu bjarga lívum

Fleiri lond eru seinastu árini farin at nýta dronur til hjálpararbeiði. Í Rwanda bera tær blóð út til blóðflutning, og í Malawi flúgva tær royndir frá HIV-smittaðum inn á stóru sjúkrahúsini at kannast. Í Papua Ný Guinea verða tær nýttar at lata spýttdropar frá sjúklingum, sum eru í smittuvanda fyri tuberklum, til granskarar og onnur, sum kunnu hjálpa teimum.

“Hendan fyrsta dronu-veitingin av heilivági hevur ógvuliga góðar menningarmøguleikar við sær. Og eg tosi ikki bert um oyggjasamfelagið Vanuatu, tí hendan mannagongdin kann hjálpa okkum at røkka børnum í túsundatali kring allan heimin,” fortelur Henrietta Fore, ið er forkvinna í UNICEF.

  

 

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður