Heimatíðindi

Dronuflúgving: Greiðar reglur eru á økinum

2016-09-25 09:23 Author image
Jógvan Samuelsen

Hvat hevur man loyvi til, tá man ætlar at flúgva við dronu?

Tann spurningin setti Benny Ejdesgaard sær, tá hann fyri kortum keypti sær eina dronu. Hon er keypt at brúka í arbeiðshøpi, men hvussu skal man fyrihalda seg, tá man hevur keypt sær eina dronu, sum man ætlar at brúka.
Benny Ejdesgaard fekk ikki svar uppá spurningarnar, tí í fyrsta umfari visti hann ikki hvagar hann skuldi venda sær, og í heila tikið var lítil hjálp at heinta.

Tí stovnaði hann ein áhugabólk á Facebook, har endamálið er at samansjóða tey, sum hava áhuga fyri dronuflúgving í Føroyum. Og, ikki minst, fyri at fáa vitan til vega um hvat krevst fyri at sleppa at flúgva við dronum í Føroyum.

Nú nakrar dagar eftir, at bólkurin var stovnaður, eru 64 limir, og ein gjøgnumgongd av teimum vísir, at talið ivaleyst fer at økjast, tí har eru fleiri, sum brúka donur, sum ikki enn eru uppi í bólkinum. 

Greiðar reglur at ganga eftir
Flúgving við dronum er regulerað eftir donsku lógini um luftfart.

Henda lóg er sett í gildi í Føroyum við kongaligari fyriskipan, og er tað Trafikstyrelsen í Danmark sum umsitur málsøkið.

Lógin heimilar tveimum sløgum av dronuflúgving, sum er flúgving við ómannaðum skipanum. Einari við undantaksloyvi og einari uttan.

Taka vit ta seinnu fyrst, so merkir tað, at tey sum keypa sær eina dronu kunnu flúgva við henni, men tey skulu halda seg til tær fyriskipanir, sum standa í reglugerðini BL 9-4, sum er ein áseting um luftfart við ómannaðum ”flogførum”, sum ikki viga meira enn 25 kilo.

Henda kunngerð ásetur heilt greitt, hvussu ein sum flýgur skal fyrihalda seg, og tað inniber millum annað, at man ikki kann flúgva hægri enn eitt vist, markið er 100 metrar upp og tú kanst ikki koma nærri enn 150 metrar at bygdum øki ella almennum vegi.

Í stuttum vil tað siga, at tú bara kanst flúgva í óbygdum øki.

Hitt loyvi er eitt vinnuligt undantaksloyvi, sum søkjast skal um eftir givnum treytum. Tá hesar treytir eru loknar, fær ein loyvi til at flúgva, men tað merkir tó ikki, at man sleppur at flúgva frítt.

Man skal kunna og í onkrum føri eisini biðja um loyvi til at sleppa at flúgva har man ætlar sær.

Stóri munurin við undantaksloyvinum er, at man skal ígjøgnum eitt skeið, áðrenn man kann fara ”á flog” yvir bygdum øki, og so skalt tú eisini hava eina trygging. Hetta seinasta koma vit innaftur á seinni.

Bæði BL 9-4 kunngerðin og AIC B 08/14 ásetingarnar eru at finna inni á tí sum eitur Droneregler.dk, har man so skal trýsta seg víðari við at trýsta á leinki um dronuflúgving í Føroyum. 

Fleiri bøtur
Sum nevnt í byrjanini, so eru nógvar dronur í landinum, og nógvar teirra vera brúktar.

Fert tú á Youtube og leitar eftir myndum, so finnur tú eisini fleiri stuttar filmar, har tað ikki er nakar ivi yvirhøvur um, at myndirnar eru tiknar við dronu.

Summir av hesum filmum eru eisini beinleiðis orsøk til, at tey sum hava flogið, hava fingið bót. Tað sigur Jan Mohr Hermansen, løgreglumaður, sum tekur sær av dronumálunum hjá løgregluni í Føroyum.

- Tað er ein trupulleiki, at fólk ikki fylgja reglunum, og tað royna vit at rudda upp í. Vit hava gjørt tað millum annað við at fara til teirra, sum hava tikið upp, har sum tey ikki hava loyvi til, tí vit vita, at tey hava ikki undantaksloyvi, sigur Jan Mohr Hermansen.

Hann vísir á, at løgeglan enn ikki hevur gjørt nakað skipað átak, men at tað kanska kann gerast neyðugt.

Revsingin fyri at flúgva ólógliga er ein bót uppá nakrar túsund krónur, og hóast løgreglan sum sagt ikki hevur gjørt nakað skipað átak móti ólógligari flúgving við dronum, so hevur hon bara í ár skrivað tríggjar bøtur á millum 3.000 og 5.000 krónur.

- Vit vita, at tað verður flogið, og vit mæla staðiliga fólki til at fáa neyðugu loyvini uppá pláss, tí annars hevur tú snøgt sagt ikki loyvi til at flúgva, sigur Jan Mohr Hermansen.

Hann tekur eitt dømi um, at tú sum dronuførari skalt siga frá, um tú eitt nú skalt flúgva tætt við eini hús ella eitt arbeiðspláss.

- Tá skalt tú ikki bara hava loyvi uppá pláss, tú skalt eisini boða teimum frá, sum tú kemur tætt uppá. Men tað gloyma fólk ofta, sigur Jan Mohr Hermansen.

Mortan fekk bót
Myndirnar eru sum nevnt rættiliga áhugaverdar, sum vera tiknar við dronum. Rættiliga nógv øðrvísi enn tær sum eru tiknar við vanligum myndatóli, tí dronan kann flyta seg í allar rætningar.

Ein av teimum, sum hevur brúkt dronuna nógv, er Mortan Mortensen, sum gjørdi ein film um Tórshavn, har hann fleyg yvir høvuðsstaðnum og tók myndir.

Fyri tað fekk hann eina bót uppá 5.000 krónur, sigur hann við Dimmalætting, tí hann hevði ikki neyðuga undantaksloyvi.

- Har var ikki annað at gera enn at gjalda, tí myndirnar talaðu fyri seg. Eg hevði flogið við dronuni yvir bygdum øki, og hevði í so máta brotið lógina, greiðir hann frá.

Hann er uppi í ferðavinnu, og hevur fyri tað mesta brúkt dronuna til hetta endamálið, og tá er eingin trupulleiki, tá man er uttanfyri bygt øki.

Nú er trupulleikin tó burtur fyri eitt tíðarskeið, tí hann hevur mist dronuna. Hann misti sambandið við hana, tá hon var á flogi, og so datt hon niður og fór til botns.

- Tað er harmiligt, tí hon kostar ikki heilt lítið, ein slík drona. Eitt er, at dronan sjálv kostar pengar, men har er eisini myndaútgerð í, og tí er tað ein dýrur smeitur, um hon dettur niður ella ferst á annan hátt, sigur Mortan Mortensen. 

Mugu tryggjast uttanlands
Ein av treytunum fyri at flúgva dronur er, at tú hevur eina trygging.

Orsøkin til tað er, at vandi jú er fyri, at tú umframt at gera skaða á dronuna, eisini kanst gera skaða á okkurt sum dronan kann detta niður á.

Men júst har er ein trupulleiki í Føroyum, tí hvørki Tryggingarfelagið Føroyar ella Trygd tryggja dronur. Tí mugu teir føroysku kundarnir antin flúgva ólógliga ella fara uttanlands at leita sær eftir trygging, um tey vilja hava undantaksloyvi frá donsku myndugleikunum.

- Tað er rætt, at vit hava ikki tryggja dronur í eina tíð, tí váðin er so stórur, men tað sigur seg sjálvt, at verður áhugin fyri hesum produktinum størri, so er tað kanska okkurt vit mugu hyggja at av nýggjum, sigur Niels Juel Akraberg Poulsen frá Tryggingarfelagnum Føroyar við Dimmalætting.

Sambært honum er áhugin at tryggja ikki so stórur, og kanska hongur tað saman við, at tað kanska ikki eru so nógv vinnulig undantaksloyvir givin til dronuflúgving.

Heldur ikki Trygd tryggjar dronur, og sambært Janus Thomsen, stjóra, er orsøkin hjá teimum tann sama sum hjá kappingarneytanum. Umframt, at endurtryggjararnir mæltu Trygd frá at tryggja dronur.

- Tað er kostnaðarmikið og fáir kundar spyrja eftir tí, so tí hava vit higartil sagt nei til at tryggja dronur í Føroyum, sigur Janus Thomsen.

Tí er status, at skalt tú hava vinnuligt undantaksloyvi til at flúva við dronu í Føroyum, so skalt tú søkja um tað, tú skalt á skeið og tú skalt hava eina trygging. Harumframt skalt tú lúka treytirnar sum standa í AIC B08/14 reglugerðini fyri dronuflúgving í Føroyum.

Lýkur tú ikki treytirnar, so kanst tú flúgva eftir BL 9-4 reglugerðini. Men tá mást tú halda teg vekk frá bygdum øki, vegum og øðrum.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður