Heimatíðindi

Dimmalætting nærkast javnvág í rakstrinum

Dimmalætting nærkast javnvág í rakstrinum

Mynd: Sverri Egholm

2018-07-03 17:20 Author image
Ingi Samuelsen

Partafelagið Dimmalætting, sum gevur út blaðið við sama navni, og rekur tíðindasíðuna dimma.fo, kom úr árinum í fjør við einum munandi betri úrslitið enn árið fyri. Men tølini á botnlinjuni eru framvegis reyð – negativ.

Úrslitið í fjør gjørdist eitt lítið hall á knappar 85.000 krónur, sum skal sammetast við eitt hall upp á næstan tvær milliónir krónur árið frammanundan. Hóast batar, so metir leiðslan framvegis ikki úrslitið at vera nøktandi, framgongur í ársfrágreiðingini hjá felagnum, ið júst er latið partafelagsskrásetingini.

Roknskapurin fyri 2017 vísir, at tað er eydnast felagnum at bøta um bruttoúrslitið, sum í 2017 var góðar 2 milliónir móti 881.000 krónum árið fyri. Eisini eru starvsfólkaútreiðslurnar minkaðar úr 2,7 milliónum niður á 1,9 milliónir.

Eginognin er framvegis negativ, 2,1 milliónir minus, og hetta útloysir eisini eina sonevnda ’ongoing concern’-viðmerking um óvissuna í felagnum: ”Við roknskaparlok er gjaldførið ikki nøktandi, og tí eru týðandi óvissur um felagsins evni at halda fram við sínum virksemi. Arbeitt verður við at upskipa rakstur felagsins soleiðis, at betri samanhangur fæst, hetta er partvíst eydnast í 2017, hóast ikki komið á mál hesum viðvíkjandi. Fyritreytin fyri, at hetta arbeiðið kann halda fram, er at móðurfelagið framhaldandi er sinnað at fíggja virksemi felagsins...”, stendur at lesa í viðmerkingini.

Móðurfelagið er Pf. Kimbil, ið endurstovnaði Dimmalætting sum partafelag fyri nøkrum árum síðani.

Poul Hansen er stjóri í Pf. Dimmalætting, og situr eisini í nevndini saman við Nikláa Nysted og Erland Poulsen, ið er formaður.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tjúguni í Føroyum

Tjúguni í Føroyum

Í 2017 yvirhálaðu føroyingar í tjúgunum teir í tretivunum við 19 menniskjum í fólkatali

Meira langlesnaður