Heimatíðindi

Dimmalætting 400.000 í halli í fjør

2019-07-17 08:59 Author image
Sveinur Tróndarson

 Rakstrarúrslitið hjá blaðnum versnaði munandi og tí gjørdist talan um eitt hall fyri skatt uppá 400.000 krónur. Úrslitið eftir skatt er 425.000 krónur eftir hæli, og eginognin er negativ við 2,5 milliónum. Framhaldandi rakstur er tí treytaður av, at móðurfelagið hevur givið til kennar, at tað framhaldandi er sinnað at veita fígging, og tí er roknskapurin settur upp við framhaldandi rakstri fyri eyga


Tað eydnaðist ikki felagnum at halda fast í positivu gongdina frá 2017, tá raksturin hjá spf. Dimmalætting fyri 2018 skuldi gerast upp.
Tá alt var samantalt var úrslitið fyri skatt eitt hall uppá slakar 400.000 krónur, sum er 315.000 krónur verri enn tað var í 2017, tá hallið var 85.000 krónur.

Tað er sjálvur raksturin, sum er trupulleikin.
Í 2017 kom Dimmalætting út við einum rakstraravlopi uppá slakar 150.000 krónur. Tað var ein framgongd uppá góðar tvær milliónir krónur samanborið við 2016, sum var eitt serstakliga vánaligt ár.
Vónin var, at fyritøkan kláraði at halda fast í góðu gongdina í fjør, men tað eydnaðist ikki. Tað vísir nýggjasti roknskapurin hjá felagnum.
Har sæst, at fyritøkan hevur ilt við at fáa endarnar at røkka saman.
Bruttoúrslitið, sum í 2017 var uppá góðar tvær milliónir krónur, versnaði við góðum 300.000 krónum og endaði á 1,7 milliónum krónum í fjør.
Orsøkin til tað kann antin vera, at inntøkurnar hjá felagnum eru lægri enn frammanundan, ella at framleiðslukostnaðurin er hægri ella kann tað vera ein kombinatión av báðum.

Samstundis øktust starvsfólkaútreiðslurnar við góðum 100.000 krónum upp í tvær milliónir krónur, og tað hevur hevur við sær, at rakstrarúrslitið hjá blaðnum fyri 2018 gjørdist eitt hall uppá 285.000 krónur.
Hetta er 425.000 krónur verri enn rakstrarúrslitið var í 2017.
Rentuútreiðslurnar hjá felagnum vóru í fjør 113.000 krónur, og tá tær eru drignar frá úrslitinum er endaliga úrslitið fyri skatt hjá Dimmalætting í 2018 slakar 400.000 krónur. Skatturin fyri árið var 27.000 krónur og tað hevur so við sær, at ársúrslitið gjørdist eitt hall uppá 425.000 krónur.
Úrslitini seinastu árini hava við sær, at felagið í dag hevur eina negativa eginogn uppá 2,5 milliónir krónur.
Tá so er sigur tað seg sjálvt, at felagið skyldar nógvan pening, og tað ger Dimmalætting eisini. Samlaða skuldin var við árslok uppá 3,8 milliónir krónur, harav nógv tann størsti parturin, 2,5 milliólnir krónur, er til atknýttar fyritøkur – tað vil siga, til móðurfelagið.

Men móðurfelagið hevur yvirfyri grannskoðaranum givið til kennar at tað framhaldandi er sinnað at veita fígging, og ikki at krevja hesa fígging afturgoldna, uttan at felagið hevur nøktandi gjaldføri annars. Tí er roknskapurin settur upp við framhaldandi rakstri fyri eyga, stendur at lesa í nýggjasta roknskapinum hjá spf. Dimmalætting.
Tað er tó vert at leggja afturat, at skuldin til móðurfelagið er ikki økt nevnivert í árinum, sum er farið. Felagið hevur tí fíggjað raksturin við at minka um skuldararnar, sum við ársbyrjan í 2018 vóru gott og væl ein millión krónur. Við árslok var tann upphæddin slakar 230 túsund krónur minni, ella góðar 800.000 krónur.
Til seinast kunnu vit leggja afturat, at Dimmalætting í 2018 fekk 230.000 krónur í miðlastuðli. Var hesin peningur ikki komin, hevði úrslitið verið tað verri.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður