Dimmalætting flytur í dag

2016-06-03 09:05 Author image
Dimma

Síðan Dimmalætting reis aftur úr øskuni eftir húsagangin, hevur blaðið húsast í tveimum støðum. Fyrst í Krosslíð og síðan uppi í Hoyvík. Hetta síðan fyrsta blaðið kom út aftur 10. oktober 2014 er denturin lagdur á at fáa blaðútgávuna í eina fasta og trygga legu. 

10. mai kom dimma.fo eisini út á netið. Hesa fyrstu tíðina eru nakrar royndir gjørdar, sum skulu brúkast frameftir at menna ein miðil á netinum, ið sum frá líður skal víkja frá hinum portalunum. Endamálið er fáa eitt fjølbroytni inn í føroyska miðlaheimin aftur.

Nú flytir Dimmalætting í nýggj høli, sum hóska betur til tað virksemið, sum gongur fyri seg í einum miðli. Flutt verður oman í hølini á Tinghúsvegi 40-42, har sum Demich húsaðist upprunaliga. Talan er um eitt leigumál. Roknast kann við, at virksemið er nakað skert, meðan flutt verður.

Við hesum vil Dimmalætting nærkast býnum, fáa betri umstøður og vera tættari nógvum av tí, sum hendir í føroyska samfelagnum.

Á Dimmalætting starvast í løtuni 8 fólk, sum geva blað út eina ferð um vikuna og hava eina heimasíðu koyrandi við feskum tíðindum. Dimmalætting er nógv tann elsti fjølmiðilin í Føroyum. Dimmalætting er komin út síðan 1877.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður