Dimma lættir á netinum

2016-05-10 10:01 Author image
Dimma

Frá í dag er Dimmalætting aftur tøk á internetinum. Dimma.fo er staðið, har tú kanst fáa ókeypis tíðindi hvønn dag, og eftir eina tíð ber eisini til at tekna seg til eitt hald, har tú eisini fært tað, sum stendur í prentaða blaðnum.

 

“Vit vilja veita øllum lesarum okkara eina ókeypis tíðindatænastu á hægsta stigi. Eins og hjá øðrum føroyskum miðlum verður tað aktuella tilfarið atkomuligt uttan nakran eyka kostnað – men vit leggja so eisini nakað omaná, sum hinir netmiðlarnir ikki megna at bjóða talgilt, og sum gevur okkara lesarum nakað eyka,” sigur Georg L. Petersen, blaðstjóri.

 

Tað hevur tikið tíð at byggja Dimmalætting uppaftur, eftir at blaðið fór á húsagang. Byrjað er av nýggjum, og dentur hevur verið lagdur á eina varliga tilgongd, har raksturin fæst at bera seg, samstundis sum tann dygdargóði journalistikkurin verður bygdur á nøkur grundleggjandi virði.

 

“Alt tekur tíð, og vit høvdu ynskt, at vit eisini kundu bjóða okkum fram sum netmiðil nakað fyrr. Men tá stigið varð tikið at endurreisa Dimmalætting eitt ár eftir húsagangin, valdu vit eina varisliga tilgongd við blaðnum sum fyrsta pallinum, og nú leggja vit netið omaná,” sigur Georg L. Petersen.

 

Tað er føroyska fyritøkan E7, sum hevur ment heimasíðuna í tøttum samstarvi við starvsfólkini á Dimmalætting. Stórur dentur er lagdur á eitt frískligt og reint snið, har kenslan av einari avís er varðveitt, hóast lisið verður á netinum.

 

Ein partur av nýggja konseptinum er sonevndi langlesnaðurin, sum í øðrum londum nevnist “long-read”, sum skal geva lesaranum eina serliga lesiuppliving, bæði talgilt og í sjálvum blaðnum.

 

At byrja við verður alt tilfarið á Dimma.fo ókeypis hjá lesaranum at kunna seg við.

 

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður