Heimatíðindi

Dennis Holm um kommunala kompostroyndarskipan: "Hon riggar sera væl"

(Mynd: Visualhunt.com)

(Mynd: Visualhunt.com)

2019-01-14 15:35 Author image
Turið Justinussen

Kompostroyndarskipanin hjá Vágs Kommunu í dagstovninum, Eikilund, hevur roynt seg væl. Bæði børn og starvsfólk hava tikið væl ímóti henni

Sum ítøkiligur liður í ætlanini hjá Vágs Kommunu, at fáa kommunalir stovnar og húsarhald at skilja lívrunnið tilfar frá vanligum ruski, varð kompostroyndarskipan sett í verk í dagstovninum, Eikilund, í Vági í novembur í fjør.

Les eisini: Vágs Kommuna fer at skilja lívrunnið tilfar frá vanliga ruskinum

Í áleið tríggjar mánaðir hava vøggustova og barnagarðsstovur í dagstovninum, Eikilund, skilt lívrunnið tilfar frá vanligum burturkasti. Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs Kommunu sigur, í samrøðu við Dimmalætting, soleiðis um skipanina:

- Hon riggar sera væl. Bæði starvsfólk og børn hava tikið væl ímóti henni.

Fyrsta stigið í royndarskipanini er at skilja lívrunnað tilfarið í serligar ruskspannir og maisposar, sum náttúran megnar at niðurbróta, og síðani koyra tað í ein kompostkassa. 

- Tað tekur einar seks mánaðir, áðrenn náttúran hevur niðurbrotið tað lívrunna tilfarið, greiðir Dennis Holm frá.

Næsta stigið er, umframt at víðka skipanina til aðrar stovnar og húsarhald, at gera eina meting av nøgdini av lívrunna ruskinum, sum dagstovnurin skilir frá vanliga ruskinum.

[object Object]

Skulu burturkasta við skynsemi 
- Ætlanin er at gera eina meting av, hvussu nógv skiljingin minkar um mongdina av lívrunna ruskinum, ið annars hevði farið í vanligu ruskspannina. Tað eru vit ikki komin til enn, men mongdin er avgjørt minni, og júst tað er endamálið við skipanini, sigur Dennis Holm, ið fegnast um úrslitagóða átakið, og skoytir uppí:

- Endamálið er at fáa sum mest av lívrunna tilfarinum aftur til náttúruna og á hendan hátt minka um ruskið, sum verður brent.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður